Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Fjodor Dostojevskij
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Russia
Týðari: Johnny Thomsen
Umbrot: Cre8
ISBN: 978-99918-71-05-9
Útgávudagfesting: 4. februar 2014
Síður: 198
Kápa: Heft bók

Dupultgangarin

Fjodor Dostojevskij

Fjodor Dostojevskij (1821-1881) hevur sett sær djúp spor í russiskum bókmentum og heimsbókmentum við sínum ósvitandi royndum í bókunum hjá sær at avdúka bæði ræðuleikan og ruðuleikan í mannalyndinum.
Longu í teimum fyrstu skaldsøgunum skapti hann einа sjáldsama verð av teimum niðurundirkomnu, niðurboygdu, kúgaðu og eyðmýktu. Og hesi og onnur tema verða lýst út í æsir í teimum stóru skaldsøgunum í 1860-unum og 1870-unum.

Dupultgangarin er søgan um tann einkisliga embætismannin harra Goljadkin, sum kemur í hornatøk við eina eftirgerð av sær sjálvum. Eina herming av sær sjálvum við øllum teimum ringu eginleikum, men eisini teimum dreymum, Goljadkin ikki viðurkennir í sær sjálvum. Og skjótt er hesin nýkomingurin við yvirlutan og trokar harra Goljadkin av og ger sær dælt við hansara yvirmenn.

Alt hetta fer fram í nakrar fáar dagar í einum sera realistiskt lýstum Sankta Pætursborg við einum óveruligum, fantastiskum dámi. Í einum illfýsnum Sankta Pætursborg á hávetri, har markið millum veruleika og fantasi og gyklaverk kámast burtur. Millum fólk, sum í tí alt meira kaotiska og fløkta hugaheiminum hjá Goljadkin bara tykjast vilja honum ilt.

Hetta evnið, menniskjað, ið er eins og klovið, verður tikið uppafturí fleiri øðrum bókum hjá Dostojevskij og er eitt høvuðstema í bókmentum í 20. øld.
Vanligur prísur
kr. 188,00
Klubbaprísur
kr. 150,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Fjodor Dostojevskij

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
248,00
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
298,00
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Sára Malena
348,00
Hjarta mansins
348,00