Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Uni Arge
Bólkur/ar: Greinasavn
Upprunaland: Føroyar
ISBN: 978-99918-71-57-8
Útgávudagfesting: 18. oktober 2011
Síður: 328
Kápa: Heft bók
Pappírsbók

Framtíðin kallar (pappírsbók)

Uni Arge

Í hesi bókini eru 50 bakgrundsgreinir, søgugreinir, tíðargreinir, samrøður og vangamyndir, sum eru skrivaðar frá 2009 til 2011. Tær snúgva seg m.a. um fíggjarkreppu, fólkaræði, tolsemi, átrún­að, tilveruna, tónleik, vinnulív, fjølmiðlar, mál og fólk.

 
Greinirnar eru upplýsandi og undirhaldandi lesnaður. Tær eru skrivaðar á løttum máli og seta samfelagsins og lívsins størstu spurn­ingar í perspektiv. Viðgjørd verða so ymisk evnir sum ógvus­lig bankaskrædl og spurningurin um, hvat eydna er.
 
Heitið á bókini sipar til, at í einari og hvørjari samtíð kallar framtíðin á broytingar. Tá Abraham Lincoln, John F. Kennedy, John Lennon, Bob Dylan og Jóannes Patursson stríddust síni stríð, var málið ein betri framtíð. Sama mál hava vit við politiska kjakinum í dag.
 
Og tá nøkur av okkara fremstu mentafólkum og vinnulívsfólk­um hugleiða um tilveruna, kunnu vit eina løtu dvølja við okkara egnu vónir og dreymar. Vit spyrja, um vit eru eydnusom, og hugleiða um, hvussu vit skulu skapa okkara egnu framtíð.
Nøgd
Vanligur prísur
kr. 189,00
Klubbaprísur
kr. 151,20
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundin Uni Arge

F. 20. januar 1971 í Havn. Studentsprógv í 1990 og prógv av journalistskúlanum í Århus í 1999. Hevur starvast sum tíðindamaður á størstu føroysku fjølmiðlunum og verið virkin í almenna orðaskiftinum um alskyns mál.

Aðrar bøkur Uni Arge

Aðrar bøkur Greinasavn

Ættarlið X
148,00
Føroyingur við ongum flaggi
198,00
Framtakssemi í andgletti
188,00
Uppaling og skúlaskapur
88,00
Frælsi er ábyrgd
38,00
Krossvegir
110,00