Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Aksel Sandemose
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Hans Thomsen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-73-80-0
Útgávudagfesting: 16. august 2012
Síður: 564
Kápa: Heft bók

Aftur á slóðina

Aksel Sandemose

Aftur á slóðina varð í Danmørk fatað sum lykilsøga í skaldsøga sum við dulnevnum lýsir verulig fólk og tilburðir. 

Aksel Sandemose man ivaleyst hava havt sínar fyrimyndir úr býnum, har hann vaks upp, men innihaldið í bókini er so alment, at ein og hvør annar staður við somu fortreytum, kundi verið Jante. 

Talan er ikki um staðbundin viðurskifti. Bókin er hinvegin um øll jantesamfeløg, sum í miskunnarleysari smábýarhugsan kyrkja einstaklingin og køva búning, vøkstur og menning. Tey fólk, ið henda bók dregur fram í ljós, standa fyri sleygi, bakbiti og meinfýsni - slíkt, ið eyðkennir samfelag við sundurlyndi og sjálvdrátti. 

Spilliklútar - fólk, ið kóla í og skræða seg um viðurskifti hjá øðrum - eru allastaðni. Tann fábroytti og leiðiligi gerandisdagurin setur teimum tann setning, at tey skulu hótta medmenniskjuni við avdúkingum og trygda niður í sárar trotar, tá ið høvið bíðst. Soleiðis skulu tey kunna halda øllum samfelagnum í gølli. 

Jante sleppur tá at halda jante niðri við jantelógini.

Sandemose visti, at tað ikki júst var óndskapur, ið búði undir, men heldur angist og ráðaloysi. Fjáltur og ráðaloysi kann fáa tað veika menniskjað, í eini roynd at loysa seg frá brekum sínum, at leypa á onnur og meina tey ið síggja tey líða og doyggja.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Vanligur prísur
kr. 188,00
Klubbaprísur
kr. 150,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin (mp3-fíla) verður klár at taka niður í tínari kontu so títt og knapt, tú hevur goldið.
Ljóðbókin er ein mp3-fíla. Tú tekur fíluna niður á tína teldu, teldil ella fartelefon. Forrit/appir at lurta eftir ljóðbókum eru td. iTunes og VoiceDream.

Keypir tú fyri meira enn kr 600 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Aksel Sandemose

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Nýggj
Nornan spinnur
398,00
Nýggj
Tollakur hjá Ingibjørg
348,00
Fáur fær tráðin heilt slættan
348,00
Havbókin
298,00
Vatn er ein vátur logi
348,00
Hvør drap bambi?
348,00