Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Daniel Kehlmann
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Týskland
Týðari: Elin Henriksen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-71-27-1
Útgávudagfesting: 15. september 2010
Síður: 204
Kápa: Heft bók
Pappírsbók
E-bók

At máta heimin (pappírsbók)

Daniel Kehlmann

Móti endanum á 18. øld fara tveir ungir týskarar undir at máta heimin. Annar, Alexander von Humboldt, stríðir seg gjøgnum frumskógir og tvørtur um steppur, siglir eftir Orinoco-ánni, etur eitur at vita, hvussu tað virkar, telur høvuðlýsnar á teimum innføddu, krýpur djúpt inn í holur, fer niðan á gosfjøll og hittir ódjór úr havinum og mannaátarar. Hin, støddfrøðingurin og stjørnufrøðingurin Carl Friedrich Gauss, sum ikki kann vera kvinnur fyri uttan og kortini sjálva brúðarnáttina loypur upp úr seingini at skriva ein formul niður – hann prógvar eisini heima í Göttingen, at rúmið er bogið. Í 1828, tá ið teir báðir eru blivnir gamlir, víðagitnir og eitt sindur serir, hittast teir í Berlin. Men Gauss er nóg illa komin úr vogninum, fyrr enn teir verða fløktir upp í tann politiska ófriðin, sum valdar í Týsklandi, eftir at Napoleon er koyrdur frá.    

 
Daniel Kehlmann skrivar – alla tíðina við humor aftanfyri – um lívið hjá tveimum úrmælingum, longsul teirra og veikleikar. Um, hvussu teir ríða millum tað láturliga og tað stórbæra; millum tað, sum miseydnast, og tað, sum eydnast væl. At máta heimin er eitt raffinerað spæl millum søguligar sannroyndir og skaldskap; ein heimspekilig, ævintýrakend skaldsøga við framúrskarandi hugflog og mátti.
Vanligur prísur
kr. 188,00
Klubbaprísur
kr. 150,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók, e-bók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Daniel Kehlmann

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum 29.04.2021
Leksikon í ljós og myrkri
298,00
Á marknaðinum 19.03.2020
Tá ið einglar spæla Mozart
298,00
Nýggj
1984
298,00
Stormfuglar
198,00
Ein táttur er silvur
298,00
Dýrd himinsins
248,00