At máta heimin
Móti endanum á 18. øld fara tveir ungir týskarar undir at máta heimin. Annar, Alexander von Humboldt, stríðir seg gjøgnum frumskógir og tvørtur um steppur, siglir eftir Orinoco-ánni, etur eitur at vita, hvussu tað virkar, telur høvuðlýsnar á teimum innføddu, krýpur djúpt inn í holur, fer niðan á gosfjøll og hittir ódjór úr havinum og mannaátarar. Hin, støddfrøðingurin og stjørnufrøðingurin Carl Friedrich Gauss, sum ikki kann vera kvinnur fyri uttan og kortini sjálva brúðarnáttina loypur upp úr seingini at skriva ein formul niður – hann prógvar eisini heima í Göttingen, at rúmið er bogið. Í 1828, tá ið teir báðir eru blivnir gamlir, víðagitnir og eitt sindur serir, hittast teir í Berlin. Men Gauss er nóg illa komin úr vogninum, fyrr enn teir verða fløktir upp í tann politiska ófriðin, sum valdar í Týsklandi, eftir at Napoleon er koyrdur frá.