Pedro Páramo
Juan Preciado lovar mammu síni, sum liggur fyri deyðanum, at fara at leita upp pápa sín, Pedro Páramo. Hann fer aftur til bygdina Comala, haðan mamman rýmdi fyri nógvum árum síðani. Men Comala vísir seg at vera ein avtoftað bygd, bert fólkað við minnum og sjónhvørvingum. Teskandi og mutlandi røddir geva afturljóð í teimum tómu gøtunum, og hesar røddir avdúka í brotum loynidómar í fortíðini og ikki minst søguna um ein valdsharra, ið hevur skipað fyri við harðari hond.
Gabriel García Márquez um Pedro Páramo: Ongantíð, síðani ta skakandi náttina, tá ið eg (...) las Umskapanina (Die Verwandlung) hjá Kafka, hevði ein bók havt slíka ávirkan á meg.
Jorge Luis Borges: Pedro Páramo er ein av teimum bestu skaldsøgunum á sponskum máli og í bókmentum yvirhøvur.
Susan Sontag: Skaldsøgan hjá Rulfo er ikki bara eitt av meistaraverkunum í heimsbókmentum í 20. øld, men eisini ein tann, ið hevur havt størstu ávirkanina á samtíðar bókmentir.