Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Charles Bukowski
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Týðari: Petur Pólsson
ISBN: 978-99918-71-36-3
Útgávudagfesting: 15. august 2010
Síður: 316
Kápa: Heft bók

Rugbreyð við skinku

Charles Bukowski

Rugbreyð við skinku, sum kom út í 1982, er søga um barndóms- og ungdómsárini hjá høvundinum Bukowski. Hon verður søgd ígjøgnum sjálvævisøguliga persónin Henry Chinaski. Søgan byrjar við fyrstu minnunum um nógv ymisk bein, sum verða skoðað frá gólvinum undir einum borði, og fer haðan í tíðarraði fram ígjøgnum lívið. 

Søgan er bæði skemtilig og beisk. Bókin granskar tað, ið hevur havt ógvisligasta árinið á hann, og sum hevur evnað lív hansara:
- hvussu óndur pápin var
- hvussu øgiliga illa hann var skemdur av pirrum í andlitinum sum ungur
- hvussu øgiliga illa hann drakk sum ungur. 

Í avrikinum liggur kenslan av at vera útlagin, varhugin av at vera úti­hýstur, og ein ógvislig tráan eftir at sleppa at vera einstaklingur. 

Í Rugbreyð við skinku greinar hann síni ungu ár og sigur okkum søguna um, hvussu Bukowski gjørdist Bukowski.

Nøgd
Vanligur prísur
NOK 279,10
Klubbaprísur
NOK 223,28
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Charles Bukowski

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Nýggj
Gentan í verðini
NOK 516,63
Móðurmjólk
NOK 442,40
Leksikon um ljós og myrkur
NOK 442,40
Tá ið einglar spæla Mozart
NOK 442,40
Eyguni í Rigel
NOK 368,17
1984
NOK 442,40