Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Martin Joensen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Bárður Jákupsson
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-71-92-9
Útgávudagfesting: 19. november 2012
Síður: 392
Kápa: Heft bók

Tað lýsir á landi

Martin Joensen

Skaldsøgan lýsir eina lítla bygd í 20- 30árunum og tvídrátt­in í Símun við seg sjálvan um trúgv, fakfelagspol­itikk, kærleika og mong onnur stórmál.  

Símun hevur verið trúlovaður við Astrið, men hon ger tað liðugt, tí hon ivast í, um Símun er sannførdur trúgvandi. Hann hittir síðan Sáru, og tey giftast. Sára er lívsglað, kát og gæsut, og tað hóvar ikki tí tunga bygdarfólkinum.

Gunnar, ið er gudsavnoktari, kemur heim úr útlondum og fær sær handil í bygdini. Hann stendur sum umboð fyri eitthvørt nýtt, sum Símun heldur vera spillu. Oman á tað tykist Gunnar at hava hug á Sáru. Sára heldur, at Gunnar umboða eitthvørt kærkomið nýtt í bygdini.

Nógv ymisk fólk mynda heimbygdina, men sjálv megin­tægrin í frásøguni er Símunar egna stríð við seg sjálvan at vinna sær fótafesti í tilveruni og koma til sættis við allan tvídrátt, ið er í honum.
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Prísur
kr. 188,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Martin Joensen

1902-1966.

Martin hevði verið til skips í trý ár, tá ið hann veturin 1922 fór á háskúlaskeið í Havn og síðani á lærara­skúla, har hann tók prógv í 1926. Hann vaks upp í Sandvík. Fyrstu skrivligu royndir hansara komu í næmingabløðini – handskrivað bløð – Tjaldur (á Føroya fólkaháskúla) og Snarljós (á lær­ara­skúlanum).

Hann var búgvin maður, tá ið hann tók stigið og læt „Varðanum“ fyrstu avrik síni. Hetta var í 1933. Í 1935 prentar hetta tíðarritið stuttsøgu hansara Heimkomin, sum er fyriboðan um, at í hesum manna­sinni búði tilfar til stórt verk um fiski­mannalagnur og bygdarlív.

Aðrar bøkur Martin Joensen

Pappírsbókin er ikki á goymslu
Fiskimenn
188,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Lat meg goyma teg
120,00
Skuggagestir
162,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
248,00
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
298,00
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Sára Malena
348,00
Hjarta mansins
348,00