Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Norrønar bókmentir
Upprunaland: Ísland
Týðari: Poul Vestergaard
Kápusnið: Else Sjúrðaberg
ISBN: 978-99918-73-06-0
Útgávudagfesting: 5. desember 2012
Síður: 234
Kápa: Heft bók

Vølsunga søga

Høvuðspersónur í hesi spennandi søgu er Sjúrður Sigmundar­son, sum vit kenna frá okkara Sjúrðarkvæðum. Sjúrður er fimti í røðini av kongshetjum, ið gongur aftur til vísdóms­gudin og sigursfaðirin Óðin. Hesin sami guddómur er eisini tann mátt­urin í flestu tilburðunum: tá ið svørðið Gram verður borið inn í høll; tá ið stormurin skal linka fyri siglandi skip; tá ið hesturin Grani verður valdur, og tá ið Sjúrður skal verjast í grøv fyri eitrinum í orminum. Sum ein reyður tráður gjøgnum part av søguni sæst girnd og stríð eftir gullinum. Lokki hevði noytt dvørgin Andvara at lata gudunum gull at nýta sum loysigjald fyri dráp. Men tá ið dvørg­urin verður hóttur til eisini at lata seinasta gullringin frá sær, leggur hann bann á alt gullið. Søgan sigur frá bæði yvirnatúrligum og undirjarðiskum mátt­um. Umframt gudar, síggja vit nornur, ið leggja lagnu fyri barnið, eina valkyrju, ið verður dømt til at giftast heldur enn at stríðast. Her er hamskifti, menn í úlvaskinni, varúlvar og ein úlvatík, sum innast inni er ongin onnur enn drotningin og kongsins móðir. Hvør, ið er tann veruligi Lord of the Ring við ræði á gulli og ringi, fær lesarin at vita í Vølsungasøgu.

Vanligur prísur
kr. 188,00
Klubbaprísur
kr. 150,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Norrønar bókmentir

Heimskringla II
188,00
Heimskringla I
188,00
Heimskringla III
188,00
Útseld
Føroyinga søga
188,00
Laksdøla søga
188,00
Søgan um Ravnkel Froysgoða
149,00