Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Nicolina Jensen Beder
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Vasti
ISBN: 978-99918-72-21-9
Útgávudagfesting: 28. oktober 2010
Síður: 378
Kápa: Heilbind
Pappírsbók

Seyður Ull Tøting (pappírsbók)

Nicolina Jensen Beder

Nicolina Jensen Beder er fødd í 1928 á Strondum og kallað Kass eftir staðarnavninum, har hon vaks upp.

Mamman, Súsanna Johansen, var bóndadóttir úr Lamba við eftirnavninum Lamhauge, á Strondum kallað Sanna í Kass. Pápin, Bartal Johansen, vaks upp hjá ommu síni uppi í Króki, men eftir giftu og búsettur í Kass bara kallaður Bartal í Kass.

Áhugan fyri ull og vitan um gamla siðvenju hevur Nicolina fingið frá mammu síni, ið dugdi so serliga væl at siga frá, hvussu væl tey fóru um ullina, og hvussu varð gjørt burtur úr henni.

Mamman livdi, til hon var 92 ára gomul. Hon kundi binda søgur og siðvenju aftur til barnaárini, ikki bara um ull, men eisini um vanligan gerandisdag og høgtíðir.

Hesar røtur, ið Nikolina eitt langt lív hevur fjálgað um, letur hon okkum í arv í hesi bók. Røtur langt aftur í forna føroyska bóndamentan, tá ið ull veruliga var Føroya gull.

Vit fáa at vita, hvaðan føroyska seyðaslagið er komið, og hvussu er blandað við annan seyð.

Nikolina ger ferð gjøgnum Suðuroynna og hyggur at teirra seyðametan.

Vit eru í áseyðaroyting ymsastaðni kring oyggjarnar  - og hon fírir ikki fyri at siga sína meining um, hvussu farið verður um nú á døgum.

Vit fáa nágreiniliga at vita, hvussu ull verður nappað og karðað og spunnin.
Vit læra at garva roð og seyma rotuskógvar.
Vit læra at lita tógv við tí vøkstri, ið føroyska náttúran gevur okkum.

Bókin er ein siðsøguligur gripur, sum ætlaður er bæði teimum, ið alment er áhugað í hesi mentan, ið nú fer um sýn, og teimum, ið framvegis arbeiða við hesum tilfari, undirvísa í at tøta, garva, spinna, lita og annað mangt.

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 298,00
Klubbaprísur
kr. 238,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 


Ummæli

Farið fyri bakka
Ofta tá ið orðafellið verður brúkt, ”tað er farið fyri bakka,” vísir tað seg tí betur, at tað ikki er farið. Tað var kortini bjargað í evstu løtu. Orðafellið kom ofta fram fyri meg, meðan eg las ta vøkru og stórbæru bókina hjá Nicolinu Jensen Beder ”Seyður, ull, tøting.”
Umframt ta stóru vitan um seyð og ull, sum Nicolina hevur sogið til sín frá barnsbeini av, móðurin og øll hennara ætt hevði eina ríka seyða- og ullarmentan, hevur Nicolina trúliga trolað ígjøgnum báði gamalt og nýtt skrivligt tilfar her heima og í øðrum londum.

Nicolina hevur nú - 82 ára gomul - sett henda dýra førning frá sær.

Hóasttað mundi verða fiskur og hvalur, sum góvu okkum gott hold og styrki, var hitin frá seyðaullini lívsneyðugur. ”Ull er Føroya gull”, og tað ikki bara sum søluvøra.

Í ”Tættir úr Kirkjubøar søgu” kunnu vit lesa brot úr brævið, sum pápi Jóannes Patursson skrivar til Jóannes 28. sept. 1883, meðan hann er á landbúnaðarskúla í Noregi:”Du husker måske, at da jeg skrev i Dimmalætting om ”Svinehold,” at redaktøren i de linjer, han tilføjede artiklen, sagde, at ”den færøske bonde kun tænkte på lammet, fåret var hans alt. ” 

Nicolina hevur alt sítt lív virkað fyri, at hesin dýri arvur ikki bara skuldi verða til skjals á fornminnisøvnum, men eisini koma til nyttu í nútíðini. 

Henda bókin vil í komandi tíðum vera eitt sera gott og hent amboð hjá øllum, sum fáast við seyð, ull og tøting, eisini er holl og greið frágreiðing um liting, men sanniliga eisini hjá øllum okkum, ið hava áhuga fyri føroyskari søgu og mentan.

Sum sagt er hetta ein sera vøkur bók, við nógvum sigandi myndum, og so eru átta síður, síðurnar 66, 67, 68, 69, 70, 71, 72 og 73 so serliga vakrar, at um tú fyrst kemur niður á tær og ikki veit betur, heldur tú, at bókin er ein listabók. 

Tíbetur var eg í Læraraskúlahøllini, tá ið bókin varð løgd fram og fekk ognað mær hana tá.

Heimkomin settist eg alt fyri eitt at blaða í henni og las okkurt hissini brot, men longu dagin eftir tók eg hana aftur upp í hondina, og nú slepti eg henni ikki aftur fyrr enn eg út í eitt hevði hevði lisið tær fyrstu 82 síðurnar.

Men hon verður liggjandi enn í námd, so ein kann skeita í hana, ikki minst tær vøkru myndirnar bjóða seg fram, og í komandi tíðum verður hon álitið hjá øllum fólkum, sum vilja fáa holla vitan um alt, sum hevur við seyðaull at gera.
Les meira
Les minni
Steinbjørn B. Jacobsen | 01-01-1970

Um høvundin Nicolina Jensen Beder

Fødd í 1928 á Stondum. Útbúgvin handarbeiðslærarinna og hevur undirvíst í hálva øld í hesum handverki.

Aðrar bøkur Nicolina Jensen Beder

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Nýggj
Svik
348,00
Markið
298,00
Góða systir
298,00
THE FAROES(E)
198,00
-35%
Tá ókunnufólk kom á leið - Heimablídni
kr. 348,00
225,00
When strangers came knocking - Heimablídni
348,00