Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Martin Joensen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Bárður Jákupsson
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-71-93-6
Útgávudagfesting: 19. november 2012
Síður: 388
Kápa: Heft bók

Fiskimenn

Martin Joensen

Skaldsøgan er realistisk og sálarfrøðilig lýsing av føroyska sluppfiskimanninum. Hann, sum legði alt fyri við smáum sluppum at koma tvørtur um hav at fiska tann fisk, ið seinni varð útfluttur sum klippfiskur til Suðurevropa og sum helt náðiliga føroyska búskapinum uppi eitt langt skeið, og sum gjørdi tað gjørligt hjá so nógvum føroyingum at seta fót undir egið borð.

Martin Joensen lýsir væl sjónarring, trúgv og pátrúgv, tráan og vón hjá hesum monnum og ikki minst teirra mangan dýrgoldnu royndir.

Umframt sálarligu lýsingina verður føroyska samfelagið væl lýst, og skaldsøgan er í mongum ein sonn tíðarmynd av føroyska samfelagnum í 20- og 30árunum.  

Við sluppini Ørnini eru bondski skiparin, umvendi stýrimaðurin, sum kortini er veikur fyri freistingum, bardaga­fúsi Sigmundur, tann happaði kokkurin, tann líkasæli Ólavur, Hans Pauli, sum sum er um at forganga av longsli, gudsavnoktarin Gunnar, Andrias, ið skavar alt inn undir seg, og so ivamaðurin Símun.   Her eru allir leikararnir á pallinum til ein góðan, áhugaverdan leik ella dyst við nógvum spenningi.  

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Prísur
kr. 188,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Martin Joensen

1902-1966.

Martin hevði verið til skips í trý ár, tá ið hann veturin 1922 fór á háskúlaskeið í Havn og síðani á lærara­skúla, har hann tók prógv í 1926. Hann vaks upp í Sandvík. Fyrstu skrivligu royndir hansara komu í næmingabløðini – handskrivað bløð – Tjaldur (á Føroya fólkaháskúla) og Snarljós (á lær­ara­skúlanum).

Hann var búgvin maður, tá ið hann tók stigið og læt „Varðanum“ fyrstu avrik síni. Hetta var í 1933. Í 1935 prentar hetta tíðarritið stuttsøgu hansara Heimkomin, sum er fyriboðan um, at í hesum manna­sinni búði tilfar til stórt verk um fiski­mannalagnur og bygdarlív.

Aðrar bøkur Martin Joensen

Pappírsbókin er ikki á goymslu
Tað lýsir á landi
188,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Lat meg goyma teg
120,00
Skuggagestir
162,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Saltleiðirnar
348,00
Fryst prógv
348,00
Sigmundur og gullringurin
298,00
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00