Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Einar Kárason
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Ísland
Týðari: Carl Jóhan Jensen
Kápusnið: Else Sjúrðaberg
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-73-78-7
Útgávudagfesting: 1. august 2013
Síður: 236
Kápa: Heft bók

Har djevlaoyggin dagar

Einar Kárason

Nýggjastu rokksangirnir í heiminum dundu sum gleðiboð um allan miðbýin, tá ið dollargrinið spakliga gleið gjøgnum gøturnar við øllum vindeygum niðri. Við róðrið sat hesin flotti ungi maðurin í  modernaðum klæðum og nýggjari frisýru. Tey flestu hildu hann vera amerikana; íslendingar sum sóu soleiðis út, vóru ikki til.    

Eftir seinna heimsbardaga er Ísland í einum margháttligum móti millum fortíð og framtíð. Landið er framvegis gamla bóndasamfelagið, og tá ið ameriskir hermenn og nýggjur lívsstílur floyma inn yvir tey, er brádliga hóttafall komið á gamla lagið.      

Skaldsøgan lýsir eina skurvblanding av fólki, ið búsetir seg í barakkunum, teir sameindu bygdu krígsárini, og sum standa tómar, nú kríggið er av. Tað eru ikki býarins bestu børn, ið har búleikast, men ein ymisligur flokkur, sum hevur sínar stóru og smáu trupulleikar at dragast við.  Søgan reikar um stórhúskið við Linu og Tommy, sum elsta ættarlið við einum ørgrynni av børnum, barnabørnum og øðrum børnum í húsunum. Pengar eru eingir, men hjartarúm og kærleiki er í ríkiligt mát, og tá ið tey byggja Gamla­hús mitt í barakkbýlinginum, verður tað ein natúrligur savningarstaður hjá skyldfólki, vinum og rótloysingum. Her verður fótbóltsfelag stovnað, Lina spáar um, hvussu framtíðin fer at laga seg, har eru ástarfundir av líkum og ólíkum slag, gildi hjá ungum vargum, umframt vanligir trupulleikar, sum altíð taka seg upp, har fólk eru.     

Ein kát lýsing av einum fólki, sum er statt á einum móti millum tvær tíðir. Tey valtra millum tryggleikan, ið var í gamla heiminum, og villu hugtøl­ing­ina í tí nýggja.      

Frásøgufólkið hevur samkenslu við fátæku fólkunum í barakkunum. Kárason hevur heilt víst ætlað at lýsa hesa tíð og hesi menniskju við virðing, tí alt hetta er partur av honum sjálvum, hansara landi og fortíð.     

Í kolofonini stendur: „Søgan er ikki lygn, hóast tilburðir og fólk eru heila­spuni.“   

Nøgd
Prísur
USD 27.16
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Einar Kárason

Stormfuglar
USD 28.61

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vetur
Fjarvera tín er myrkur
USD 50.28
Fryst prógv
USD 50.28
Sigmundur og gullringurin
USD 43.06
Sigmundur and the golden ring
USD 43.06
Brenn øll míni brøv
USD 50.28
Maria Stuart
USD 50.28