Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Marjun Syderbø Kjelnæs
Bólkur/ar: Leikrit
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Høgni Heinesen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-035-7
Útgávudagfesting: 1. februar 2014
Síður: 142
Kápa: Heft bók

Tóm rúm

Marjun Syderbø Kjelnæs

Kanska ber tað til at finna eydnuna, tá ið høpisloysið fløðir, og tómleikin oysir niður. Ella í øllum førum at hóma hana. Gleðina. Tá ið søgur uttan kjøt og blóð missa sína gandamegi, og náðin, tú helt teg síggja, vísir seg at vera endurspegling av tínari egnu ræðslu.  

Tey leita í leikinum tóm rúm. Kaga í skuffur og minni, lata upp og læsa aftur, trilva og tiga. Kanska er tað tómt handan forhangið, og kanska er einki loynirúm við arvasynd. Men ber tað til at feira heimleysa sirkuslívið? Ber tað til at skapa sær eitt glopp, eitt tómrúm, har mann fær livað og andað?

--

Marjun Syderbø Kjelnæs er fødd í Tórshavn 30. apríl 1974.     

Marjun skrivaði síni fyrstu verk beint eftir aldaskiftið, og eina heiðurliga slóð av viðurkenningum hevur hon longu lagt eftir seg. 

Í 2012 læt hon úr hondum yrkingasavnið Rót Tripp, sum sannførandi vísti, at hon sum lyrikkari brýtur upp úr nýggjum.    

Sami tóni og sama dulda snið er í hesum leikinum. Ósjónligu bondini, ið binda menniskju, ættarlið og fatanir saman, laða eisini upp ósjónlig mørk millum menniskju, sum eru í rúmum, ið onkursvegna eru tóm.

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 179,00
Klubbaprísur
kr. 143,20
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundin Marjun Syderbø Kjelnæs

Marjun Syderbø Kjelnæs er fødd 30. apríl 1974. Útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1998. Hevur skrivað stuttsøgur, útvarpsleikir, barna - og ungdómsbøkur, leikrit og yrkingar.

Aðrar bøkur Marjun Syderbø Kjelnæs

Opna
148,00
Rót Tripp - Orð en route
129,00

Aðrar bøkur Leikrit

Veitslan
148,00
LeikREAD 2015
198,00
LeikREAD 2013
198,00
Stovugenturnar
129,00
Nýtíðarleikir 1
188,00
Útseld
Villdunnan
188,00