Vøruslag:
Pappírsbók
Høvundur/ar:
Eugen Ruge
Bólkur/ar:
Skaldsøgur
Upprunaland:
Týskland
Týðari:
Elin Henriksen
Umbrot:
Sonja Kjølbro
ISBN:
978-99972-1-026-5
Útgávudagfesting:
5. februar 2014
Síður:
434
Kápa:
Heft bók
Tíðin við víkjandi ljósi
Skaldsøgan lýsir í tjúgu pørtum søguna hjá einari familju í eina hálva øld, frá 1952 til 2001, við einum níti ára føðingardegi tann 1. oktober 1989 sum snúningsdepli.
Hvør partur er ein søga, sæð úr sjónarhorninum hjá einum av persónunum, og samstundis flætta søgurnar seg hvør inn í aðra og veita hvør síni petti til putlispælið, sum lesarin sjálvur setur saman.
Í miðdeplinum eru trý ættarlið: Omman og abbin, ið eru sannførdir kommunistar, koma úr útlegd í Meksiko til nýggja heimlandið DDR at geva sítt íkast til at byggja landið. Sonur teirra flutti sum ungur til Moskva, var síðan í fangalegu í Sibiria og byrjar ferðina heimaftur hinumegin frá, úr Ural. Hann kemur saman við russisku konu síni aftur til eitt smáborgarligt lýðveldi, sum hann støðugt heldur tað bera til at broyta. Abbasoninum tykist heimurin hjá foreldrum, ommu og abba ov trongur, og hann flytur vesturum.
Stórar søguligar broytingar fara fram í hesum tíðarskeiði, og tó er tað ikki søguna, men menniskjuni, skaldsøgan snýr seg um. Høvundurin lýsir fyrst og fremst hvønn einstakan persón og sambandið teirra millum, og tað ger hann við neyvari eygleiðing og humor. Her einki svart ella hvítt; liturin broytist alt eftir sjónarhorninum.
Ein skemtilig, men samstundis álvarsom skaldsøga, sum mangan fær eina óvæntaða vend.
Bókin hevur fingið fleiri heiðurslønir og er týdd til nógv ymisk mál.

Nøgd
Vanligur prísur
25,24 EUR
Klubbaprísur
25,24 EUR
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Aðrar bøkur Eugen Ruge
Aðrar bøkur Skaldsøgur
Á marknaðinum í vetur
Fjarvera tín er myrkur
46,72 EUR
Fryst prógv
46,72 EUR
Sigmundur og gullringurin
40,01 EUR
Sigmundur and the golden ring
40,01 EUR
Brenn øll míni brøv
46,72 EUR
Maria Stuart
46,72 EUR