Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Edmund de Waal
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: United Kingdom
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-025-8
Útgávudagfesting: 21. apríl 2014
Síður: 415
Kápa: Heft bók

Hara við ravgulum eygum

Edmund de Waal

Rithøvundurin, Edmund de Waal, er altjóða viðurkendur keraldasmiður. Verk hansara verða sýnd fram kring allan heim. Ein dagin arvaði hann eftir ommubeiggjan savn av 264 evarska smáum, útskornum, japanskum figurum úr viði og fílabeini – nevndar netsukur – sum hava verið ogn familjunnar síðan 1870-árini. Arvurin og listlutirnir gera hann forvitnan, og hann fer rannsóknarferð aftur í evropiska søgu fyri at fáa uppspurt, hvør hevur nortið við hesar vøkru, smáu skapningar, hvør hevur verið góður við teir og virt teir, og hvat teir munnu hava sæð og upplivað.  

Hetta er bakgrundin fyri hesa sermerktu endurminningarskaldsøgu, har Edmund de Waal í einum fær lýst bæði søguna hjá netsukunum og egnu ættarsøgu. Hann er eftirkomari av múgvandi jødisku ephrussiættini – mæt bankaætt við glæsiligum húsum í París og Wien, ovurrík familja við ómetaliga dýrabarum lista- og bókasøvnum. Men tá ið annað heimskríggj er avhæsað, eru tær 264 netsukurnar stórt sæð tað, tey eiga eftir av familjunnar víðfevnda fíggjarveldi.  

Bókin tekur okkum við á ferðini hjá netsukunum – um meginlond og øldir. Hetta er hjartanemandi søga um kríggj og frið, ovurhuga og tap.

Nøgd
Vanligur prísur
276,88 SEK
Klubbaprísur
221,51 SEK
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Edmund de Waal

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum 24.09.2020
Gentan í verðini
486,65 SEK
Móðurmjólk
416,72 SEK
Leksikon um ljós og myrkur
416,72 SEK
Tá ið einglar spæla Mozart
416,72 SEK
Eyguni í Rigel
346,80 SEK
1984
416,72 SEK