Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Turið Sigurðardóttir
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-048-7
Útgávudagfesting: 23. mars 2015
Síður: 350

Føroyskar barnabókmentir

Turið Sigurðardóttir

Føroyskar barnabókmentir - Søguligt umhvarv og greiningar

Turið Sigurðardóttir hevur undirvíst í, granskað, skrivað greinar um og ummælt barnabókmentir. Henda bókin
  • lýsir umhvarvið av føroyskum barnabókmentum í rúmliga 100 ár
  • greinir eitt úrval av gomlum og nýggjum føroyskum barnabókum, barnasøgum og -sangum
Føroyskar barnabókmentir tóku seg upp stutt eftir 1900, tá ið meginparturin av føroyingum búði á bygd, og barnasøgur og barnasangir flestir vóru um børn á bygd. Staðseting og evnisval broyttist lítið, hóast bygdarlívið broyttist og lívið hjá flestum fekk býardám. Úrslitið var, at søgurnar gjørdust meir og meir afturlítandi.

Vend kom í 1970-árunum: Nú kundu søgur henda í Havn, og gentur kundu vera høvuðspersónar. Hildið varð fast við veruleikakenda frásøgn, men nútíðin var sloppin innum og varð viðgjørd kritiskt.

Realistiska frásøgnin misti sessin sum høvuðsrák í 1990-árunum, tá ið furðusøgur ella fantastiskar søgur kyknaðu upp í føroyskum ungdóms- og barnabókmentum undir ávirkan frá altjóða rákinum. 

Ongar bøkur eru bara. Serstøðan hjá barnabókmentum er, at tann ætlaði móttakarin, barnið, er ómyndugur, óroyndur og annað við ‘ó-‘ afturímóti sendaranum, tí vaksna. Hetta hevur í áratíggju verið partur av støðinum undir víðfevndum kjaki og gransking, sum hevur víðkað sjónarringin viðvíkjandi barnabókmentum.
Nøgd
Prísur
kr. 248,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Turið Sigurðardóttir

Turið Sigurðardóttir, fødd í 1946 í Keypmannahavn, vaks upp Úti í Grønlandi í Havn. Las íslendskt mál og bókmentir og almenna bókmentasøgu í Íslandi og las bókmentafrøði í Keypmannahavn. Bókmentagranskari og lærari á Fróðskaparsetrinum 1987-2017. Hevur skrivað um bókmentir, týtt fagurbókmentir og hevur bókaforlagið Ungu Føroyar í hondum.

Bøkur, sum Turið hevur skrivað, eru Lærið íslendskt 1 og 2 (1987), Sigert (1994), Hugtøk í bókmentafrøði (1998; 2009), greinasavnið Bókmentasøgur (2004) og Føroyskar barnabókmentir – Søguligt umhvarv og greiningar (2015).

Millum týðingarnar hjá Turið eru Salka Valka (1972 og 1978; 2005) eftir Halldór Laxness, Eydnufelagið (2000) eftir Amy Tan, bøkurnar um Pippi Langsokk eftir Astrid Lindgren (1993-2005) og tær um Hugo og Josefinu (1996), sum Maria Gripe skrivaði. 

Aðrar bøkur Turið Sigurðardóttir

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
398,00
Veðursjúka
238,00
Sanna Dahl
398,00
Góðkrút
448,00
Hugleiðingar av marbakkanum
348,00
Reyn, kæra Reyn
448,00