Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Høgni Reistrup
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Tróndur Dalsgarð
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-156-9
Útgávudagfesting: 12. august 2015
Síður: 204

Framtíðin er okkara

Høgni Reistrup

Hugsjónarliga er Høgni Reistrup liberalur fullveldismaður, og hann er ein nýggj rødd á politiska vígvøllinum.

Høgni greinar politisku skipanina, vísir á viðurskifti, ið avmarka okkara virkis­frælsi, og setur kós, vit eiga at halda ímóti fullveldinum Føroyum.

FRAMTÍÐIN ER OKKARA er í fimm pørtum, ið m. a. snúgva seg um at byggja eitt opið og rúmligt samfelag, sum hús­ast við egnum tilfeingi, sum ikki fær óneyðug­an peningastuðul uttaneftir, sum loyvir fleiri fram at ríkidøminum,  um fólkavøkstur, útbúgvingarmøguleikar og ikki minst samhandil.

FRAMTÍÐIN ER OKKARA er um týdningin at hava ræði á egnum viðurskiftum, og at tað ber ikki til at lata framtíð okkara upp í hendurnar á øðrum at umsita. Ta uppgávuna eiga vit sjálv, og hana ­megna vit sjálv við tí tilfeingi og tí førleika, ið er her í landinum.

Bókin er eitt stak væl grundað íkast til politiska kjakið í Føroyum. 
Nøgd
Prísur
307,02 SEK
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Høgni Reistrup

Útbúgvin cand.mag í miðlavísindum við Københavns Universitet og Dublin City University.
Hann hevur millum annað arbeitt á miðlagranskingardeildini á DR.

Aðrar bøkur Høgni Reistrup

Pappírsbókin er ikki á goymslu
Exit Føroyar
307,02 SEK
Valið og valdið
307,02 SEK

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Faroese Days
539,62 SEK
Bjargað á opnum havi
539,62 SEK
Dropar
539,62 SEK
Vilji er lekjandi máttur
539,62 SEK
Veðursjúka 2
369,05 SEK
Hvítleiki
307,02 SEK