Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Gunnar Hoydal
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
ISBN: 978-99918-44-87-9
Útgávudagfesting: 14. september 2010
Kápa: Heilbind

Í havsins hjarta

Gunnar Hoydal

Stutt undan fyrra aldaskifti kemur nýlærdur prestur, 24 ára gamal, til landið beint sum ein nýggj og øðrvísi tíð tekur seg upp. Presturin er langabbi høvundans. Haðani tekur seg upp søgan um tjúgundu øld.

 
Í havsins hjarta er skaldsøga um tíðina frá jólafundinum gjøgnum tjóðskaparrørslu, heimsbardaga, fólkaatkvøðu, kalda kríggið og stóra skædlið fram til fólkafundin á Slættaratindi. Ein søga um vónir og vónbrot í hundrað ár, sæð við eygunum á einum, sum er heima og burturi í senn, eygleiðari, droymari og samstundis luttakari.
 
Gunnar Hoydal skrivar sær sjálvum líkt tekstir við støði í egnum royndum, ólíkar og títt skiftandi millum heilaspuna og veruleika, minningarbrot og frían skaldskap, her sett saman í 39 partar til eina breiða skaldsøgu um heimin, landið og tíðina.
 
Skrivað um skaldsøgur eftir Gunnar Hoydal:
Undir suðurstjørnum er ein einastandandi skaldsøga: lond og tíðir tvinnast saman, tað persónliga og tað samfelagsliga renna saman í eitt…eitt stórt skaldaverk – gandur, veruleiki, skemt og vakurleiki, alt í gávumildari yvirflóð.                                                                                                   
Fay Weldon    
 
"Dalurin fagri" er skaldsøga við mongum lindum og mongum dygdum bæði í stíli, í tí sálarliga, kensluliga og skemtiliga, í samfelagsatfinning og tilverufatan…serstakliga tann ekspressionistiska sálargreiningin er eitt stórt stig fram í føroyskum bókmentum.
Anne-Kari Skarðhamar
 
Í havsins hjarta: Beinagrindin ættarsøga, á hitt borðið tíðarmyndir. Stórsligið og rørandi – og ein politisk viðmerking við ólivaðum og, ið hvussu er, óskrivaðum framhaldi. Eitt stórverk er hetta í øllum førum.
Heðin M. Klein
Nøgd
Vanligur prísur
USD 27.03
Klubbaprísur
USD 21.62
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Gunnar Hoydal

Tónar úr innastu tøgnini - Yrkingar og týðingar
USD 45.25
Av longum leiðum
USD 27.03
Undir suðurstjørnum
USD 28.55

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vetur
Nornan spinnur
USD 60.43
Nýggj
Tollakur hjá Ingibjørg
USD 52.84
Fáur fær tráðin heilt slættan
USD 52.84
Havbókin
USD 45.25
Vatn er ein vátur logi
USD 52.84
Hvør drap bambi?
USD 52.84