Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Stuttsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-161-3
Útgávudagfesting: 16. november 2015
Síður: 268
Ritstj.: Rakel Helmsdal

Nýtt flog - 650 orð x 62

60 skaldaspírar royna sítt flog í hesari bókini.

Sendingin Góðan morgun Føroyar dró hesar skaldaspírarnar fram í ljós veturin 2014.

Hetta var livandi og áhugaverdur bókmentatáttur.  Ein bundin uppgáva varð sett, til dømis: 

Tú stendur á eini tokstøð saman við onkrum, tú kennir. Knappliga sært tú í vindeyganum í einum toki, at …

Ella:

Hurðin smelti harðliga í aftan fyri hana …

Ger so væl! Legg høvdið í blot og bregda eina søgu saman burtur úr hesari byrjanini. Avmarkingin er, at teksturin skal vera 650 orð og skal verða sendur útvarpinum aftur um eina viku.

Tá ið av tornaði, tólv sendingar seinni, høvdu 82 høvundar sent 153 tekstir inn. 

Hetta savnið hýsir 60 teimum bestu søgunum. 

 
---
 
Høvundar í Nýtt flog eru:
Alma á Lava, Annika L. Dalsgaard, Annika Soll, Beinta V. Sigvardsen Hentze, Birita Djurhuus, Diana Skoradal, Durita Midjord, Edith Maria Petersen, Eyð Matras, Fríðmundur Nattestad, Halldóra Dam, Helle Thede Johansen, Herluf Hansen, Hervør Sabina á Torkilsheyggi, Jensina Olsen, Joan Sørinardóttir, Jonna Óluva Poulsen, Kára Egilstrøð, Kára Løkin, Katrin Hansen, Kristina Berg, Liljan av Fløtum Petersen, Maud Vang Hansen, Nanny Toftegaard, Petur F. Zachariassen, Poula Eyðbjørnsdóttir Hansen, Rakul í Gerðinum, Ria Tórgarð, Rói Matras Absalonsen, Rúna Josephsen, Sámal Soll, Sigrid K. Vang, Sigurbjørg F. Nielsen, Simona Midjord, Simona Weihe og Sólvør P. Niclasen.
Nøgd
Vanligur prísur
kr. 198,00
Klubbaprísur
kr. 158,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Stuttsøgur

Millum vinir
198,00
Virus
198,00
Í løtuni
198,00
Kamprænarin - og 15 aðrar søgur
148,00
Morgunfrúa
198,00
Tær bestu
248,00