Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Katrin Ottarsdóttir
Bólkur/ar: Stuttsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-569-7
Útgávudagfesting: 19. september 2024

7 søgur

Katrin Ottarsdóttir

7 søgur lýsa tilverur á mótinum millum veruleika og hugflog. 

Lýsa skiftið millum veruleika og annan heim. Lýsa raffineraðan fanansskap, sum verður avdúkaður av óvart. Evnini eru sjaldsom og forvitnislig. Øll eru stødd í støðum, tey vilja loysa seg úr. 

Fólk, sum vantrívast í parlagi, konufólk, ið jagstra vakurleikan við botox, lívstrá, ið ikki vil doyggja saman við følnandi 

kroppum, svartsjúka millum kynsliga lokkað børn, tann nøtrandi hevndin hjá forsmáddu konuni. 

Undir einstøku gerðini býr altíð okkurt, og kraftin er mangan í tí, ið ikki verður nevnt. Evnið er grundarlagið, og tá ið vanliga gongdin onkursvegna verður skeiklað, fær tað týdning og setur gongd á aðrar tankar og margháttligar sansingar. 

Prísur
kr. 298,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Katrin Ottarsdóttir

Katrin Ottarsdóttir er rithøvundur og filmsleikstjóri.

7 søgur eru sjeynda bókin eftir Katrina Ottarsdóttur. Hon hevur áður givið út tvey yrkingasøvn, tvey stuttsøgusavn og tvær skaldsøgur. Katrin hevur tvær reisur fingið Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens – í 2013 fyri fyrsta yrkingasavn sítt Eru koparrør í himmiríki og aftur í 2023 fyri skaldsøguna Summarið varar ikki alt árið longur. Fleiri av bókaverkunum hjá Katrini eru umsett til onnur mál, eitt nú dansk, íslendskt, enskt, ungarskt og niðurlendskt.

Aðrar bøkur Katrin Ottarsdóttir

Gentan í verðini
348,00
Aftanáðrenn
198,00

Aðrar bøkur Stuttsøgur

Á marknaðinum í heyst
Søgur úr Latínamerika
348,00
Upp eftir enda
298,00
Tíðarhylkið
298,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Kvøl
148,00
Millum vinir
198,00
Virus
198,00