Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Kjell Westö
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Elin Henriksen
Kápusnið: Jaakko Ollikainen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-197-2
Útgávudagfesting: 5. juli 2016
Síður: 380

Hvørvisjón 38

Kjell Westö

Býurin er Helsingfors, og árið er 1938, tá ið lagnan hjá tveimum ymiskum menniskjum verður alt meiri samantvinnað. Sakførarin Claes Thune er úr svenskmæltu yvirstættini, og tann gátuføra skrivstovukvinnan Matilda Wiik hevur verið fyri so nógvum, sum hon ikki ætlar, at onnur skulu vita nakað um.

Træðrirnir ganga aftur til finska borgarakríggið millum tey hvítu og tey reyðu í 1918. Ræðuleikarnir frá teirri tíðini seta framvegis sín dám á býin og menniskjuni, hóast tey royna at leggja teir aftur um seg. 

Ein dagin hoyrir frú Wiik eina rødd úr fortíðini. Somu rødd, sum elvdi til, at hon framvegis er nívd av angist. Og tað fær lagnutungar avleiðingar, bæði fyri hana sjálva og onnur. 

HVØRVISJÓN 38 er ein nøtrandi spenningssøga, og hon er samstundis ein søgulig skaldsøga, sum niður í smálutir lýsir gerandisdagin og viðurskiftini við heimssøguligum hendingum sum baktjald. Og tað stendur til lesaran at draga træðrir úr 1938 fram til nútíðina.

---

Les eisini greinina: "Tá ið illgerðir úr fortíðini verða snørdar"

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 248,00
Klubbaprísur
kr. 198,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Kjell Westö

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
248,00
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
298,00
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Sára Malena
348,00
Hjarta mansins
348,00