Hvørvisjón 38
Býurin er Helsingfors, og árið er 1938, tá ið lagnan hjá tveimum ymiskum menniskjum verður alt meiri samantvinnað. Sakførarin Claes Thune er úr svenskmæltu yvirstættini, og tann gátuføra skrivstovukvinnan Matilda Wiik hevur verið fyri so nógvum, sum hon ikki ætlar, at onnur skulu vita nakað um.
Træðrirnir ganga aftur til finska borgarakríggið millum tey hvítu og tey reyðu í 1918. Ræðuleikarnir frá teirri tíðini seta framvegis sín dám á býin og menniskjuni, hóast tey royna at leggja teir aftur um seg.
Ein dagin hoyrir frú Wiik eina rødd úr fortíðini. Somu rødd, sum elvdi til, at hon framvegis er nívd av angist. Og tað fær lagnutungar avleiðingar, bæði fyri hana sjálva og onnur.
HVØRVISJÓN 38 er ein nøtrandi spenningssøga, og hon er samstundis ein søgulig skaldsøga, sum niður í smálutir lýsir gerandisdagin og viðurskiftini við heimssøguligum hendingum sum baktjald. Og tað stendur til lesaran at draga træðrir úr 1938 fram til nútíðina.
---
Les eisini greinina: "Tá ið illgerðir úr fortíðini verða snørdar"