Summarið við Moniku
Á grønmetisgoymsluni starvast seytjan ára gamla Monika, sum longu hevur verið við nógvum dreingjum, og á Forsberg fyritøkuni starvast hin smædni Harry, sum er eitt ár eldri. Tey hittast fyrstu ferð á kaffistovuni Tólvuni.
„Hon søkk saman, setti seg nærri honum, so hárið kitlaði hann í nøsina. Hann kendi seg sum í ørviti av tí óvanliga anganum av einum ungum gentukroppi … “ Úti í svenska skergarðinum blómar kærleiki teirra, har tey ganga nakin og renna eftir strondini, men einaferð mugu tey fara inn aftur til stórbýin.
SUMMARIÐ VIÐ MONIKU er eymasta og kensluríkasta ástarsøgan, sum gitni svenski rithøvundurin Per Anders Fogelström hevur skrivað. Hin ikki minni gitni svenski filmskaparin Ingmar Bergman hevur gjørt film um skaldsøguna, sum ber sama navnið.