Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Per Petterson
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-71-77-6
Útgávudagfesting: 21. januar 2012

Út at stjala ross

Per Petterson
Summarið 1948 búgva Tróndur og pápi hansara á einum ærgi við eina stóra á tætt við markið til Svøríkis. Eitt summar við skóghøgging, timburfloyting, rossum, hoygg­ing, hita, regni, villum dreingjaleiki og kæti í búningar-árunum – og tí døkka dáminum av deyða og sviki og forbodnum kærleika.

Tróndur er fimtan. Tað, sum hann upplivir hesar summarvikurnar, kemur at merkja hann alt lívið. Stívliga fimmti ár seinni flytur hann inn í eina fjar­­lagda, lítla smáttu við eitt vatn saman við hundi sínum. Her roynir hann at skapa sær eina nýggja tilveru, langt burtur frá lívinum sum býarbúgvi og fyritøkumaður. Dreymur hansara hevur altíð verið at búgva á plássi sum hesum.

Næsti granni hansara her vísir seg at vera ein annar vongskerdur, gamal maður, ein, sum hann kendi fyrr, og sum hann noyðist at taka støðu til. Summarið 1948 fer so smátt at plága hann – og kanska er tað ov seint at sættast við tað farna.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
kr. 198,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Aðrar bøkur Per Petterson

Menn í mínari støðu
348,00
Til Sibiria
248,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vetur
Saltleiðirnar
348,00
Fryst prógv
348,00
Sigmundur og gullringurin
298,00
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00