Jens Christian Svabo - Brot úr lívssøgu hansara
J. C. Svabo varð føddur í 1746 í Jansagerði í Miðvági. Fór í latínskúla í Havn, síðan til Keypmannahavnar at lesa náttúruvísindi og búskap.
Meðan hann las, skrivaði hann um ábøtur á føroyskan landbúnað. Tað varð ikki lurtað eftir honum.
Í 1770 - árunum væntaði hann sær stóra uppgávu frá myndugleikunum. Vinmaður hansara fekk hana.
Seinni fær hann høvi, fer til Føroya í 1781 - 82 og savnar tilfar til eitt stórverk. Tað varð ikki prentað.
Hann skrivaði fø. – lat. – da. orðabók. Hon varð ikki útgivin.
Hann fekk ikki endaligt prógv helst vegna sjúku og fátækt.
Hann søkti fleiri embæti, fekk einki.
Í 1800 kom hann vónbrotin heim aftur og livdi í fátækt í Havnini til hann doyði í 1824.
Eftir at hann var farin undir grønutorvu, fóru fólk at virðismeta hansara avrik.
Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.