Tíggjundi maðurin
Í seinna heimsbardaga í Fraklandi verða nakrir menn tiknir og tveittir í eina fangalegu. Ein dagin sigur týski fangavørðurin við teir, at tríggir teirra verða skotnir í lýsingini, og teir skulu sjálvir gera av, hvørjir teir tríggir skulu vera.
Teir kasta lut, og múgvandi advokaturin Chavel verður ein teirra. Men heldur enn at geva seg undir lagnuna selur hann ognir sínar til ein annan fanga, tann blóðfátæka Janvier. Janvier, sum er heilsuveikur, sær hetta sum ein møguleika at bjarga móður og systur síni úr neyð og fátækadømi.
Tá ið Chavel sleppur leysur aftur, er hann fullkomiliga niðurundirkomin av skomm og harmi um tað, hann hevur gjørt.
Hann hevur latið ognir sínar fyri lív sítt – men fer síðan at liva fyri at gjalda fyri sína gerð á heilt óvæntaðan hátt.