Raðfest vørur

Graham Greene

Graham Greene (1904-1991) var føddur í Hertfordshire, men livdi seinastu 30 ár síni í Fraklandi. Hann telist millum mest lisnu ensku rithøvundar í 20. øld og var helst tann, sum fekk spenningstekstin veruliga viðurkendan. Hann royndi seg í flestu tekstasløgum í sínum 60 bind stóra ritverki, men hann stóð seg best í tí heimspekisgrundaða spenningstekstinum. 

Í sjálvævisøguni A Sort of Life lýsir Greene, hvussu hann sum drongur á skúlan­um, har pápin var rektari, kendi seg tvíbýttan ímillum heimin hjá vinun­um og foreldrunum. Bara við at svíkja báðar partar slapp hann at vera sær sjálvum trúgvur. Greene helt hetta vera grundhelluna undir sínum rithøvunda­verki, og satt er tað, at hann lýsir tvínjósn­­ar­an, mannin, sum fylgir sínum tvíbýtta loyaliteti, við serligum innliving­arevnum.

Avrik Graham Greene

Pappírsbókin er ikki á goymslu
Tíggjundi maðurin
198,00