Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Tóroddur Poulsen
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Tóroddur Pouslen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-241-2
Útgávudagfesting: 13. oktober 2017
Síður: 84
Pappírsbók

Ferðamaður í egnum heimi (pappírsbók)

Tóroddur Poulsen
Tóroddur Poulsen er ferðamaður í egnum heimi

Sjálvt um dreymakendu inngangsorðini um náttarbørnini, sum lofta eygnasteinar, benda á kendar surrealistiskar leiðir, er eisini okkurt nýtt í seinasta yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen, Ferðamaður í egnum heimi.

Henda heimin hava vit havt innlit í síðani yrkjarin og listamaðurin gav sítt fyrsta yrkingasavn út í 1984.

Poetiski og listarligi heimurin hjá Tóroddi Poulsen er bæði sjáldsama samanhangandi og fjølbroyttur og í nýggja savninum tekur hann enn eitt stig móti teirri fullkomnu abstraktiónini, samstundis sum hann er heilt niðri á jørðini, tá ið hann á gløggskygdan hátt viðmerkir nútíðarsamfelagið.

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 148,00
Klubbaprísur
kr. 118,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 


Ummæli

Tóroddur er Tóroddur er Tóroddur - og so kortini...

Ferðamaður í egnum heimi er eitt í støðum rættiliga surrealistiskt yrkingasavn
 
Fremst í nýggja yrkingsavninum hjá Tóroddi Poulsen "Ferðamaður í egnum heimi" stendur ein yrking fyri seg sjálva og líkasum umboðar savnið. Fyrstu ferð eg las tekstin, hevði eg eitt sindur ilt við at fáa takholt á honum; tað var sum hann glapp ímillum fingrarnar á mær. Í trettan stuttum reglum verður sagt frá "náttarbørnum" sum bróta inn í kirkjuna at drekka anda og sum at enda "lofta / eygnasteinar / upp ímóti / kamars-/ vindeyga / mínum". Tað gerst tær kortini rættiliga skjótt greitt, at hetta er ein surrealistiskur tekstur, sum fylgir sínum egna poetiska dreymalogikki. Í mangar mátar er hendan yrkingin umboðandi fyri savnið.

Tann næsta yrkingin, sum eisini er ein av teimum drúgvaru, er kortini als ikki merkt av surrealismu, men er í staðin ein long verjurøða fyri vakurleikan í grótbrotum. Tóroddur hevur í samrøðum sagt frá, hvussu væl honum dámar grótbrot og so einahelst tað á Boðanesi, har hann sjálvur í sínari tíð arbeiddi. Frásøgumaðurin í yrkingini vil ikki hoyra talan um, at grótbrot eru ljót, tey eru í staðin "okkara mannskaptu katedralar". Tílík støð skalt tú ikki royna at fjala ella brúka sum ruskpláss, men í staðin leita tær lívd "sum bara grót / kann geva okkum". Tóroddur hevur eini tølandi evnir at síggja vakurleikan og virðini í tí sum í fyrstu atløgu kann tykjast ljótt og ódámligt. Mangan er tað líka við, at hann fær lesaran við upp á sína hugsan.
 
Prosalyrikkur
Einstakir tekstir eru prosalyriskir, og í onkrum av teimum eru rættir tóroddskir pástandir sum "At fólk sum aldrin vóru í ringum lag vóru keðilig eins og tey sum aldrin vóru í góðum lag". Aðrir siga smáar søgur, og aftur aðrir eru ein næstan endaleys (soleiðis upplivi eg tað) uppreksan av banalitetum, sum tey flestu av okkum gerandis lata fara inn ígjøgnum annað oyra og út ígjøgnum hitt. Mitt inni í flóðaldini av tómum orðum standa absurdir pástandir sum "einki var sum ræstur fiskur og spinat", ella "Telefonin hjá okkum hevur aldrin hoyrt eina unga rødd". Yrkjarin fær við hesum tekstum róð framundir, at lesarin kanska kann halda, at summar yrkingar ikki eru lættar at fata, men at tær einki eru afturímóti tí høpisleysa sussinum, sum vit øll dagliga eru partur av.

Tilverunnar meiningsloysi verður javnan tikið fram í savninum, kanska eina greiðast í hesi yrkingini: "stendur og / kjakast / við ein / gravstein / um hvussu / gott / tað er / at ikki / øll nøvn / stavast eins".

"Ferðamaður í egnum heimi" kennist eitt sindur meira surrealistiskt enn tey flestu søvnini eftir Tórodd Poulsen. Sjálvandi vóru tað nógvar garvillar surrealistiskar myndir í til dømis "Heimvitisferðini", men har var hóast alt ein dystopiskur samanhangur í ørskapinum. Í hesum savninum hevur lesarin javnan ilt við at fanga ein samanhang í hugmyndunum, sum ofta standa so undarliga einsamallar, at síggja til uttan samband við veruleikan. Her kann lesarin so fáa hug at spyrja: Hvør er veruleikin? Og fær ivaleyst svarið: Veruleikin kann vera so mangt.
 
Afturljóð
Eg haldi meg hóma afturljóð av øðrum yrkjarum ella málarum í summum tekstum. Eitt nú í yrkingini, har maðurin heingir tunguna frá sær fyri ikki at siga nakað býtt í svøvni, men tá ið hann næsta morgun koyrir tunguna aftur í munnin, er tað tungan hjá konuni, sum er farin frá húsum og ikki ætlar sær at koma aftur. Ein fullkomiliga surrealistisk myndaverð, ið fær meg at hugsa um Salvador Dali og hansara málaðu dreymar. Gitin er "The Persistence of Memory", sum hongur á MOMA í New York, og har ein (møgulig) tunga hevur ein leiklut. Týðiligari er søgan um Per og Snar, sum fara á møti, og har Per missir Snar, tí hesin blívur frelstur. Ein onnur sipar til ta kendu speisku yrkingina hjá Regini Dahl "Kvæði fremsta framtakskappa landsins", men í dagførdum líki:
 
tey ganga øll
í somu
skriðandi klæðum
og kennast
sum ein tjóð
tann eina dagin
í árinum
 
síðani fara tey
aftur í cowboybuksur
og dýnujakka
og draga hvør sín teldil
upp úr lummanum
og hyggja at myndunum
av teimum sjálvum
tá tey kendust sum ein tjóð
 
Í síni skriving endurgevur Tóroddur Poulsen líkasum teir surrealistisku undangongumenninir  javnan dreymar um ymiskt løgið, sum honum berst fyri. Um skaldið hevur droymt hesar dreymar ella funnið upp á teir er líkamikið. Tað sum hevur týdning er, at í dreymaheiminum ber alt til, einki er ómøguligt. Kortini er tað onkuntíð persónum í dreyminum ovboðið, so teir vilja hava tann, sum skipar fyri dreyminum handtiknan.

Yrkjarin hevur um somu tíð og sum ikki einaferð eitt spælandi og mótsagnarfult samskifti við dreymaverðina. Á klaffinum aftan á "Ferðamaður í egnum heimi" stendur ein yrking í trimum ørindum, og her verður seinasta ørindið endurgivið:
 
eg má
fáa mær ein blund
á mínum
grótharða kodda
um eg skal
hava okkurt
at yrkja um
sum ikki snýr seg
um dreymar
 
Tað er púra klárt, at egið má fáa sær ein lúr, so at dreymarnir ikki fara við øllum, men lata veruleikan sleppa framat!
 
Ivin er drívkraftin
Summir tekstir eru ósamanhangandi, um tú samanber byrjan og enda. Um somu tíð er ein samanhangur frá reglu til reglu, ið alsamt flytir seg longri og longri burtur frá útgangstøðinum. Næstan sum í filmum, har kamera fylgir einum persóni til hesin møtir einum øðrum persóni, sum kamera síðani fylgir, til hesin persónurin hittir eitt triðja fólk osfr. Tað vil siga, at fyrsta regla setir eitthvørt í gongd, sum síðani fer sína egnu leið, og tað ber ikki til at síggja á endanum, hvar alt tók við. Lesarin veit soleiðis aldrin frammanundan, hvar ein yrking hjá Tóroddi Poulsen endar. Og tað er um somu tíð argandi og hugkveikjandi.

Ivi er ein drívkraftin í skaldskapinum, og tað alramesta av tí Tóroddur hevur skrivað er merkt av nettupp tí, at tað ikki altíð er so lætt at vita, hvat ið er upp, og hvat ið er niður í ymsum samanhangum. Tað er sjáldsamt, at yrkjarin sigur seg vera fullvísan í hesum ella hasum, uttan so at hann er vísur í, at tað ikki ber til at hava eina endaliga vitan um nakað sum helst. Á ein hátt minnir hetta um natúrvísind, har tú í veruleikanum bara kanst hava eina fyribils vitan, sum tú brúkar, til hendan verður kollvelt av nýggjari vitan.

Næstan í tráð við hetta fyri ein yrkjara óstøðuga lívsgrundarlagið letur hann bæði í hesari bókini og skaldskapinum yvirhøvur objekt og subjekt glíða yvir í hvørt annað og javnan skifta um pláss. Eitt nú sum í hesi poetisku myndini við bíbilskari tilsipan í endanum:
 
øll hesi
skýsniðini
sum duga
so væl
at ímynda
alt sum
hugsast
kann
alt eftir
hvussu
títt hugflog
hevur tað
og hvørja
trúgv tú
hevur og
sjón gongur
fyri søgn
tá tað fer
at regna
ella tá
toran
buldrar
og brakar
títt navn
 
Tá ið tað snýr seg um skaldskapin hjá Tóroddi Poulsen, kann lesarin aldrin vera vísur í nøkrum yvirhøvur. Maðurin er ein realistiskur surrealistur ella surrealistiskur realistur - ella tað øvuta.

Einastaðni í bókini um Tórodd sigur Kinna Poulsen, at skrivingin hjá høvundanum ikki er stórvegis broytt síðani tær fyrstu bøkurnar. Kortini haldi eg, at hendan seinasta avgjørt er í tí mildara endanum. Her er at kalla einki av grefligum myndum, og yrkjarin førir seg tíðum næstan diplomatiskt fram. Tað klæðir honum, líkasum tað bersagda og ákoyrandi eisini ger tað. Sanniliga ein yrkjari við nógvum brigdum, sum hevur lagt eitt bæði spennandi og hugkveikjandi savn úrhondum.
 
Tóroddur Poulsen: Ferðamaður í egnum heimi. Loyniljóð. Sprotin 2017. 84 bls.

Les meira
Les minni
Jógvan Isaksen | 01-01-1970

Aðrar bøkur Tóroddur Poulsen

Takrennutónar
148,00
Himnahyljar
198,00

Aðrar bøkur Yrkingar

Lívsins dansur
248,00
Mær er so ymiskt
198,00
Tín angist er lýsandi vorðin
198,00
Takrennutónar
148,00
Fjøtrað á flogi
348,00
Leitanin eftir at vera
148,00