Arvur og umstøður
Tað er Bergljót, elsta dóttirin í familjuni, sum orðar seg soleiðis í teldubrævi til systrarnar, eftir eitt harðligt kjak um arvaforskot.
Kjarnin í arvauppgerðini er, hvussu tvey summarhús á oynni Hvaler verða býtt teirra millum. Hesi bæði húsini hava verið týðandi partur í teirra uppvøkstri øll árini.
Tvær døtur hava tikið sær av foreldrunum og summarhúsunum í mong ár. Tær skulu arva. Men tvey onnur børn eru, og tey hava kvett sambandið við familjuna.
Hví koma tey sær upp í arvamálið?
Undir samrøðuni um arvin kemur ein onnur søga undan kavi, sum fær ógvisligar kenslur at rísna. Bergljót sannar, at dirvi krevst til at siga sína útgávu av søguni hjá familjuni. Men bara við at taka sínar egnu kenslur í álvara og at seta orð á tær ber til at koma víðari.
---
Vigdig Hjorth Interview: I am not a Pretty Postcard á Louisiana Channel: