Í framlopi
12. september í 2016 fingu Føroyar fyrsta stórmeistaran í talvi.
Til fyri fáum árum síðani var tað ein fjarur tanki. Talan er um veruligt frambrot í føroyskari telving – og í øllum føroyskum framburðsstrevi fyri alt tað.
Helgi hevur ikki havt annan sterkan telvara ella venjara her á landi at styðja seg til, men er farin einsamallur eftir illgongdari gøtu fram at gylta málinum, ið hann stundaði á at røkka. Slíkt gerst ikki uttan stálsettan vilja, miðvísa langtíðarætlan og gávurnar at hugsavna seg um dýpdirnar í spælinum.
Í bókini fáa vit søguna um Helga Dam Ziska og drúgvu stremban hansara at vinna upp á hægstu tindar á talvparnassinum. Vit fylgja unga havnardreinginum, sum støðugt setur sær nýggj mál, so hvørt sum hann útinnir stigvísa setningin. Hann helmar ikki í, tó at vónbrot og mótrák leggja honum meinbogar í vegin. Tólv ár eftir, at hann sum nýkosin unglingaføroyameistari avdúkaði, at hann ætlaði at gerast stórmeistari í talvi, gongur alt upp í eina hægri eind ein septemberdag yviri í Baku.
---
Suni Merkistein hevur skrivað hugtakandi søguna um føroyska stórmeistaran. Helgi lýsir við egnum orðum fleiri av avgerandi løtunum á leiðini og hevur eisini sett viðmerkingar til fleiri av bestu og týdningarmestu talvunum á lívsleiðini.