Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Fríð
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Danmark
Týðari: Sonja Schneider
Kápusnið: Edward Fuglø
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-255-9
Útgávudagfesting: 24. november 2017
Síður: 142

Tá ið trøll fara á flog

Fríð

Tá ið trøll fara á flog er ein lýrisk frásøgn, sum fer fram í Føroyum. Kann líkið av einum barni fáa tvær ættir, sum leingi hava ligið í stríði, at sættast? Kunnu børn fáa fedranna fíggindskap at leggja seg? 

Í tí løtu, tá ið lív týnist, og lív endurføðist, og himmal og jørð renna saman, tekkist ikki, hvar jørðin endar, og himmalin tekur við.

Har, sært tú ævinleikan við berum eygum.

Hann fyllir og flýtur, angar og rúmkast, tungur og vætumikil.

Í lýsingini lættir hann. 

Ævinleikin fevnir um seg sjálvan og smoyggir sær inn um eygað.

Eingin sær hann.

Kennir bara tyngdina, áðrenn eyguni leggjast saman og um ævir gerast partur av eygunum á náttarhimlinum.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
kr. 248,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Fríð

Fríð er fødd í Føroyum og er vaksin upp í Danmark. Hon er fríggjadagsbarn og varð uppkallað eftir degnum. Haðan stavar Fríð.

Fríð er útbúgvin handritahøvundur og royndir seg á fyrsta sinni við bókini Tá ið trøll fara á flog, sum er væl fagnað í donskum bløðum.

Aðrar bøkur Fríð

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
398,00
Veðursjúka
238,00
Sanna Dahl
398,00
Góðkrút
448,00
Hugleiðingar av marbakkanum
348,00
Reyn, kæra Reyn
448,00