Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Per Petterson
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Jákup í Skemmuni
Kápusnið: Sonja Kjølbro
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-244-3
Útgávudagfesting: 30. apríl 2018
Síður: 240
Útgávuár: 2018
Upprunaheiti: Til Sibir (1996)

Til Sibiria

Per Petterson

Í TIL SIBIRIA lítur eitt konufólk aftur á síni barnaár í 30- og 40-árunum í lítlum útróðrar­plássi í Norðurjútlandi. Pápanum gongst illa, og hennara inniliga trúgvandi móðir søkir sær troyst í at yrkja sálmar.

Eina ferð um mánaðin spennir abbin rossini fyri vognin og ekur inn í býin at drekka seg av vitinum. 

Tey frætta um spanska borgarakríggið, og

ein fagran dag standa týskarar í bygdini, og úr útvarpstólinum koma boðini frá Stauning um at halda seg í skinninum. Í kulissu­n­um virka brennivínshítin Biegler barónur, stórsmuglarin Ernst Bremer og landasvíkj­ar­in Gestapo­ Jørgensen.

Sambandið millum frásøgufólkið og stóra­beiggjan Jesper, sum einki ræðist og fer miðvíst upp í mótstøðurørsluna, er hjarta­tátturin í bókini.

Lagnur teirra eru onkursvegna samanflætt­aðar: Jesper droymir um Marokko, hon um Sibiria. Sama hvar hon fer, er hann framvegis týdningarmesta menniskja í lívi hennara.

TIL SIBIRIA er hjartanemandi frásøgnin um lívið hjá móður Per Petterson.

---

Les eisini grein her

Nøgd
Prísur
kr. 248,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Per Petterson

Menn í mínari støðu
348,00
Út at stjala ross
198,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í heyst
Himmal og helviti
348,00
Á marknaðinum í heyst
Bardagin um Troiuborg
348,00
Bara ein mamma
248,00
Sorgarmarsjurin
198,00
ARR
348,00
Suðurgluggin
198,00