TIL SIBIRIA er hjartanemandi frásøgnin um lívið hjá móður Per Petterson. Sprotin

Fyrimyndarlig frásøgn um kærleika

Ein gomul kona lítur aftur í tíðina og minnist tey avgerandi lagnuárini í lívi sínum. Per Petterson hevur skapað eina vakra kærleikssøgu. So stillisliga og vakurt søgd er nýggja skaldsøgan hjá Per Petterson, at lesarin eigur at vísa henni sín fulla ans og ein fittan part av sínari tíð.

30.04.2018
Sprotin
Bókaprát

Til Sibiria er ein gentulýsing, brot úr farnari tíð, kærleikssøga, og býður okkum nakrar av teimum glæsiligastu málsligu orðingunum og myndum, eg havi lisið leingi. Petterson sýnir okkum eina mynd av kvinnuliga eg-persóninum - fødd í 1926 í einum lítlum býi í Norðurjútlandi - við at lýsa ymisk tíðarskeið í lívi hennara, frá hon er sjey ára gomul, til hon er trý og tjúgu. Skaldsøgan gongur sum heild eftir einum skipaðum tíðarrað, men tað ber tó á, at tíðarraðið verður slitið. Frásøgufólkið er ein kona væl við aldur, sum lítur aftur í tíðina, sum minnist tey umráðandi árini í lívi sínum, sum sær samanhangir, og sum kann hugleiða um hendingar, sum komu at merkja hana og seta sín dám á hana.

At tað snýr seg um minni, og ikki beinleiðis hendingar, gevur skaldsøguni eina glæmu av afturhaldni og sorgblídni.

Á ungdómsárum kunnu allar lívsins løtur tykjast líka umráðandi og sterkar, men sum frá líður, eru tað bara nakrar fáar løtur, sum standa eftir við somu styrki. Hjá tí navnleysa eg-frásøgufólkinum er tað fyrst fremst kærleikin til bróðurin, Jesper, løturnar saman við honum, sum hava týdning.
 

Alskin tekstur

Petterson hevur sett sær fyri at lýsa eina kvinnu, sum er sterk, døpurhugað, bráðræsin og stolt. Hon gevur seg sjáldan til nakran, og menninar, hon møtir í sínum vaksna lívi, hevur hon mest sum stikni til. Sum mótsetningur til hesar andlitsleysu og tilvildarligu fundirnar vísir bróðirin seg sum fullkomin, sum hin helvtin av frásøgufólkinum. Í lýsingunum av honum broytist málið, tað er ikki longur hvatligt ella turrisligt, men alskið, eymt, langtandi og nær: »Eg minnist armin á Jaspuri um økslina á mær, minnist hann framvegis tann dagin í dag, bara eg blundi, hóast eg eri farin um tey seksti, og hann hevur verið deyður meira enn helvtina av lívi mínum.«

Per Petterson hevur í einari samrøðu sagt, at hann skrivar ikki sálarfrøðiligar bøkur. Tað er ikki einstaklingurin, sum hugbindur hann, men hvat ið fer fram, tá ið menniskja møtir menniskja.

Høvuðsfólkið, sum er konufólk, er einki, hevur hon ikki bróðurin, og kanska júst tí letur Petterson hana verða verandi dulnevnda. Tilvera hennara er treytað av nærveru hansara onkustaðni í heiminum. Tá ið hann doyr, er heldur ikki meira eftir av henni. Nú er ikki meira at siga frá. Eftir hetta fær hon bara hvílt seg í minnunum: »Eg eri trý og tjúgu ára gomul, lívið er liðugt. Nú er bara tað eftir, ið eftir er.«
 

Við barn

Men hví júst hann? Hví júst bróðirin? Kanska tí at hann er mótsetningur hennara í øllum lutum, tí hann er fjálgur, og hon er køld, honum leingist eftir at rýma til Marokko, henni til Sibira. Kanska tí at hann hevur okkurt ísær, sum hon aldri røkkur, og kann gera til sítt. Kanska tí at hon ferð eftir ferð má bjarga honum undan deyðanum, ella tí at hon altíð er um at missa hann? Í einari síðstu kærleikans roynd at halda bróðurinum í lívi sínum, finnur hon ein mann, sum minnir um hann, verður við barn og fer heim aftur í barndómsheim sítt. Men tá er hann burtur med alla.

Kvinnumyndin hjá Petterson er eitt konubrot, bregður frá í kvinnuleika, og so fullkomin, at tú verður bilsin. Hon er skjarrlig og kynsom, sovorðin ross eru skjarrlig og kynsom. Rossið - henda frummyndarliga bókmentaliga ímyndin, sum boðar fyri kærleika, flýggjan og sorgarleiki - gongur aftur í kvinnunnar veruleika og dreymaheimi. Rossið hjá abbanum, Lucifer, verður mest sum ein mýtologiskur skapningur við somu uppreistrarligu eginleikum, sum navnið bendir á.

 

Løtur

Í einum sovorðnum umhvørvi veksur eg-persónurin upp, og har er lítið rúm fyri gleimi og dreymum. So eru bara løturnar. Og er eitt, sum Per Petterson er kringur til, so er tað at lýsa tílíkar avgerandi løtur. Tær, sum fylgja einum menniskja gjøgnum alt lívið. Ikki tí at tær eru ógvisligar ella vekja serligan ans, men tí at tær siga nakað um, hvør ið eitt menniskja er, beint nú, og allar dagar:

»Eg dansi ein dans so stillisliga, at bara eg dugi at skilja hann fyri at minnast kroppin, eg havi beint nú. Eg eri seytjan ára gomul, og eg dansi so stillisliga, at einki av tí, sum eri eg til í dag, fer fyri skeytið.« 

Linn Ullmann, Dagbladet

---

Til Sibiria kann keypast her

30.04.2018
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?