Ættarlið X
Hugsað verður ofta í ættarliðum við at miða seg eftir tíggjuáraskeiðum, sum um veruleikin fær skap ígjøgnum eitt ávíst tíggjuáraskeið, og sum um ávirkan uttaneftir skipar seg eftir einari áramálskonstruksjón. Nú ið tøknin hópframleiðir ættarlið ella bara nýggjar tendensir, sær øðrvísi út.
Men mynstur kunnu saktans formast í áratíggjum, so heilt grundarleys er henda tilgongd til ættarlið kortini ikki: hippiarar í 1970’unum og yuppiarar í 1980’unum, ættarlið X í 1990’unum. Okkurt er um tað. Men er hugsanin um ættarlið ikki vørrirnir, meðan longu linjurnar millum øldirnar og túsundáraskeiðini eru havaldurnar?
Ættarliðstankin hevur samband við skjótthvørvandi tíðir, sum krevja eitt mynstur, eitt spjaldur, eina meining.
Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.