Fuglaparadísið Mykines
Síðst í tríatiárunum var týski fólkalívsfrøðingurin Erich Wustmann í Mykinesi og gjørdi ein fuglafilm. Meðan hann dvøldi har, skrivaði hann eina nemandi frásøgn um vandamikla og lívsjáttandi lívið hjá fuglaveiðimonnunum í Mykinesi og um blíðskapin hjá mykinesfólki.
Samstundis er frásøgnin ein kvøða til vøkru náttúruna og ein áminning til okkara í dag at ansa eftir viðkvomu vistfrøðiligu skipanini.
Erich Wustmann skrivar seinni í endurminningum, at hann á mongu kanningarferðunum, sum hann gjørdi, ongantíð hevur sæð slíkt fuglaparadís aftur. Ikki kundi hann ímynda sær tá, at tað skuldi bera til at oyða ein so stóran fuglastovn. Hvar er fuglaparadísið hjá okkum farið?
---
Síggj myndir úr bókini niðanfyri:















Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.