Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Jógvan Isaksen
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-318-1
Útgávudagfesting: 31. januar 2019
Síður: 128
Útgávuár: 2019

Ars moriende - Kynstrið at doyggja

Jógvan Isaksen
Ritverkið hjá Jóanesi Nielsen smæðist ikki burtur í føroyskum skaldskapi, men man vera millum tann mest umhildna lesnaðin yvirhøvur, so tað er eingin ivi um, at tað í síni heild hevur uppiborið eina viðgerð.

Henda bókin snýr seg kortini bara um seinasta savnið Gudahøvd, har hvør yrking fær sín lut, og beinleiðis og óbeinleiðis tilsipingar verða tiknar fram.

Í endanum verður perspektiverað í mun til tey undanfarnu yrkingasøvnini. Millumtekstasambondini fjølgast, jú longri tú kemur út í skaldskapin hjá høvundanum, og tað fevnir líka frá Bíbliuni og Aristoteles til nýggjan føroyskan skaldskap. 

Nøgd
Prísur
kr. 198,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Jógvan Isaksen

Jógvan Isaksen er føddur í Havn í 1950, men var undir uppvøkstrinum  nógv í Gøtu, haðani bæði foreldrini stava. Studentur 1970 og las síðani á universitetinum í Århus og í Keypmannahavn og gjørdist í 1982 magistari í norðurlendskum bókmentum. Fekk í nøkur ár granskingarstyrk at gera kanningar í føroyskum bókmentum. Síðani 1986 lærari á universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevur sitið í ritstjórnini á ymiskum tíðarritum, bæði føroyskum og norðurlendskum, og var frá 2000-07 høvuðsritstjóri á tíðarritinum Nordisk Litteratur – Nordic Literature, sum Nordbok undir Nordisk Ministerråd gav út. Var í meira enn 35 ár leiðari av forlagnum Mentunargrunnur Studentafelagsins. Fekk í 1994 virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, í 2007 Heiðursgávu Landsins og í 2011 virðisløn M.A. Jacobsen fyri mentanaravrik. Jógvan Isaksen hevur skrivað bøkur um list og bókmentir á bæði føroyskum og donskum, og krimisøgurnar hjá honum eru týddar til fleiri mál.

Á forlagnum  Sprotanum er komin Ars moriendi - Kynstrið at doyggja. Um yrkingasavnið Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen 2019, og saman við Jonhardi Mikkelsen legði Jógvan Isaksen til rættis Vinaliga. Brævaskiftið millum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen 2019.

Aðrar bøkur Jógvan Isaksen

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Á marknaðinum í heyst
Dropar
348,00
Nýggj
Vilji er lekjandi máttur
348,00
Veðursjúka 2
238,00
Hvítleiki
198,00
Tær góvu lív
348,00
-28%
Tættir og teiti - SERPRÍSUR
kr. 696,00
500,00