Raðfest vørur

Jógvan Isaksen

Jógvan Isaksen er føddur í Havn í 1950, men var undir uppvøkstrinum  nógv í Gøtu, haðani bæði foreldrini stava. Studentur 1970 og las síðani á universitetinum í Århus og í Keypmannahavn og gjørdist í 1982 magistari í norðurlendskum bókmentum. Fekk í nøkur ár granskingarstyrk at gera kanningar í føroyskum bókmentum. Síðani 1986 lærari á universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevur sitið í ritstjórnini á ymiskum tíðarritum, bæði føroyskum og norðurlendskum, og var frá 2000-07 høvuðsritstjóri á tíðarritinum Nordisk Litteratur – Nordic Literature, sum Nordbok undir Nordisk Ministerråd gav út. Var í meira enn 35 ár leiðari av forlagnum Mentunargrunnur Studentafelagsins. Fekk í 1994 virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, í 2007 Heiðursgávu Landsins og í 2011 virðisløn M.A. Jacobsen fyri mentanaravrik. Jógvan Isaksen hevur skrivað bøkur um list og bókmentir á bæði føroyskum og donskum, og krimisøgurnar hjá honum eru týddar til fleiri mál.

Á forlagnum  Sprotanum er komin Ars moriendi - Kynstrið at doyggja. Um yrkingasavnið Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen 2019, og saman við Jonhardi Mikkelsen legði Jógvan Isaksen til rættis Vinaliga. Brævaskiftið millum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen 2019.

Avrik Jógvan Isaksen

Ars moriende - Kynstrið at doyggja
198,00