Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-331-0
Útgávudagfesting: 21. mars 2019
Útgávuár: 2019

Nakrir tættir úr lívi V. U. Hammershaimbs

Savnsrit

Tað er áhugavert at lesa um lív Hammershaimbs, tá ið hann sum gamal maður kveitir aftur um seg og lýsir ta leið, hann hevur gingið.

Lív hansara hevur verið fjølbroytt og forvitnisligt. Hann hevur havt gott áræði, havt eitt áhugavert lív og mangan havt tað stríggið í embætunum. 

Sum ungur gjørdi hann eitt bragd, sum eingin hevur gjørt honum eftir. Hann læt sær ikki lynda, at hansara egna móðurmál skuldi verða fyri vanbýti í einari danskari skúlaskipan, ið smoygd varð niður yvir fólk.

Hann skrivaði í danskt blað um støðuna, og hvussu órættvíst tað var, at so lítil virðing var fyri føroyska málinum í danska ríkinum. Tað festi í, og nøkur ár seinni hevði hann saman við lærdum fólki á universitetinum í Keypmannahavn skapt í stórum tað skriftmál, vit framvegis hava.

Bæði sum ungur studentur og eisini seinni skrivaði hann niður fólkalívsmyndir, søgur, sagnir, kvæði og eina føroyska mállæru. Alt avrik, hann fekk stóra viðurkenning fyri.

Hann var prestur í Kvívík og á Nesi og varð seinni útnevndur til próst. Tekstirnir í hesi bók lýsa m.a. hansara virki í hesum embætum.

Tá ið kreftirnar fóru at ganga undan, flutti hann til Danmarkar at virka sum prestur. Har vóru munandi lagaligari kor.

Nøgd
Prísur
NOK 473,84
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Tær góvu lív
NOK 553,35
-28%
Tættir og teiti - SERPRÍSUR
NOK 1 106,69
NOK 795,04
Tættir og teiti
NOK 553,35
Tættir og teiti - ískoyti
NOK 553,35
Hvaðan kom kvinnan
NOK 553,35
Ross og fólk
NOK 632,85