Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-309-9
Útgávudagfesting: 21. mars 2019
Kápa: Myndaeigari Hugin Eide
Útgávurár: 2019
Síður: 500

Heimurin, ið hvarv

Knút Háberg Eysturstein
- útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin

Regin Dahl endar í útlegd orsakað av seinna heimsbardaga. 

Útlegdin hevur formað hann sum menniskja og listafólk. 

Henda bók er ein ferð niður í søguna um okkum, tjóðskapartilgongdina og samleikamenning-ina, seinna veraldarbardaga og útlegdina sum grundleggjandi lívstreyt í modernitetinum. 

Úr hesi útlegdini syngur Regin Dahl til okkara. Hann er sum rødd, ið rópar úr oyðimørkini. 

Úr útlegdini. 

Haðan syngur hann harmasangir úr teirri felags fortíð, ið vit øll hava mist. Um tað samfelag, sum hann sjálvur varð rivin úr. Um hin horvna heimin, ið hann sum barn og ungur sá í brotum, men sum brádliga hvarv og ongantíð kom aftur. 

Men eisini um kærleika, náttúru og lívsælu. 

---

Orð og tónar LIVE 02/04/2020. Knút Háberg Eysturstein hugleiðir, og Teitur Lassen syngur og spælur. Reinsaríið skipaði fyri ísmb. við Korona.

 

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
kr. 348,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Knút Háberg Eysturstein

Knút Háberg Eysturstein, f. 1980, er cand. mag. í tónleikafrøði og tónleikari. 

Hann hevur skrivað um, granskað og undirvíst í tónleiki. Hevur givið tónleik út í egnum navni, verið við í nógvum tónleikaútgávum og spælt í fleiri bólkum.

Aðrar bøkur Knút Háberg Eysturstein

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Á marknaðinum í heyst
Dropar
348,00
Nýggj
Vilji er lekjandi máttur
348,00
Veðursjúka 2
238,00
Hvítleiki
198,00
Tær góvu lív
348,00
-28%
Tættir og teiti - SERPRÍSUR
kr. 696,00
500,00