Gösta Berlings - søga og ævintýr
„Endiliga stóð prestur í stólinum halga …“
Gösta Berling heldur endiliga eina prædiku ódrukkin, men verður tó settur frá embætinum fyri leyslátaða lív sítt. Fallin í fátt og ráðaleysur ger hann av at drekka seg í hel, men majorfrúgvin finnur hann deyðkomnan í einari kavafonn … Hann verður ein av teimum, sum majorfrúgvin hevur búgvandi hjá sær á garðinum. Teirra einasta skylda er at skapa gleði uttan um seg. Og tað duga teir av sonnum.
Men har er eisini ein illbirtil ímillum, sum er í hóslag við hinum gráa. Vælferðin fánar burtur, fólk fara at svika og drepa. Tað verður ein øgiligur bardagi millum kærleika, gleði, trúskap og grammleika, egingóðsku og meinfýsni.
Selma Lagerlöf fekk í 1909 Bókmentavirðisløn Nobels fyri hesa merkisverdu skaldsøgu.
---
Brot úr gamlari filmsupptøku av Gøsta Berlings søgu.