Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-334-1
Útgávudagfesting: 9. mai 2019
Síður: 200
Kápa: Stív perma
Útgávuár: 2019

Tá ókunnufólk kom á leið - Heimablídni

Anna og Óli, ið hava garðin undir hond, eru 9. ættarlið. Tey hava røkt garð og fenað á siðbundnan hátt í mong ár. 

Við rákinum um norðurlendska matmentan búnaðist tankin um at seta serføroyskan mat eftir føroyskum uppskriftum á borðið fyri gestum. Tey settu sær fyri at bjóða gestum inn at smakka ein góðan bita av Føroyum.

Hetta eydnaðist betur, enn tey høvdu droymt um, og bóndaskapurin fekk skjótt ein nýggjan hugfarsligan kvist: góðan vertskap saman við gestum, ofta fremmandafólkum, ið vilja sleppa at uppliva og njóta góða samveru í einum føroyskum heimi. Umframt norðurlendsk mál duga vertirnir bæði enskt og týskt. Fyri sítt arbeiði tóku Anna og Óli ímóti norðurlendsku Emblu-virðislønini í bólkinum „Matferðamál“ í 2017.

Henda bókin greiðir frá rávørunum, nýttar verða, og arbeiðnum, sum verður lagt í. Vit fylgja ársringrásini við fenaði og gróðri, hvussu alt veksur og búnast, til tað endar á borðinum í fjálgari stovu við útsýni yvir firðir og oyggjar.

---

Bókin fæst á føroyskum, enskum og týskum

Prísur
kr. 348,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
398,00
Veðursjúka
238,00
Sanna Dahl
398,00
Góðkrút
448,00
Hugleiðingar av marbakkanum
348,00
Reyn, kæra Reyn
448,00