Góða systir
Tá ið læknarnir í 2015 síggja okkurt óvæntað í eini skanning av heilanum hjá 38 ára gomlu Arnvør, fara systirin Margit og mamma teirra við fyrsta flúgvaranum til Keypmannahavnar at vera hjá henni.
Arnvør hevur í eina tíð gramt seg um svára høvuðpínu og hevur ikki megnað at hildið freistirnar fyri síni Ph.D. verkætlan. Hon er vorðin sera gloymsk.
Komandi dagarnar á Ríkissjúkrahúsinum versnar minnið hjá Arnvør framvegis, og Margit velur at skriva henni eina dagbók.
„Eg vil vera tín geymi, meðan tú ert sjúk. Tá ið tú verður frísk, kanst tú lesa dagbókina og dagføra teg. Kenna søguna um, hvat tú og tín familja hava verið ígjøgnum.“
„Vit báðar ansa eftir hvør aðrari. Eg verði rørd, tá ið eg hugsi um, hvussu nógv tú altíð hevur elskað meg. At kærleikin kann skína gjøgnum krabban, gevur mær vón. Gevur mær hug at dansa oman á krabbanum. Traðka hann sundur og saman. Drepa hann.“
Góða systir er ein hjartanemandi dagbók frá einari systir til aðra. Bókin er persónlig og nemur á ein jarðbundnan hátt við evni sum familja, sjúka, viðgerð, trúgv, lívsinnihald, skemt, sorg, endurvenjing og vón, ið bæði sjúklingar og avvarðandi kunnu kenna seg aftur í.
---