Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Heðin M. Klein
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-345-7
Síður: 48
Útgávuár: 2019
Pappírsbók

Mær er so ymiskt (pappírsbók)

Heðin M. Klein
ørindakrotan
at verða sungið, messað, rappað
kvøðið, njórað, lisið
innan- sum uttantanna

Eitt slag av málsligari rannsókn, 
bæði spølin og álvarsom.
Trý tey fyrstu ørindini eru grundin 
undir øllum teimum seinnu ørindunum.
Byrjanin hevur tí treytað og bundið 
tað, 
sum aftaná kemur, 
innihaldsliga, 
ikki raðfylgjuna,
men endaligi fáningurin 
er blind tilvild.
Niðurlagið endurspeglar og ekkóar, 
so ella so, 
eitt menniskjaligt andsvar
til úrtøkuna
úr hvørjum ørindi 
sær.
Og endaorðini seta 
i yvir prikkin 
ella øvugt.

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 198,00
Klubbaprísur
kr. 158,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundin Heðin M. Klein

Heðin M. Klein (f. 1950) er uppvaksin við Gjógv, hevur eisini búð í Havn, á Sandi, eitt rend í Keypmannahavn og aftur í Havn.

Heðin hevur skrivað, yrkt og týtt, alt tað hann minnist.

Í desember í ár, 2019, eru hálvthundrað ár liðin, síðan fyrstu yrkingar hansara komu út í bók: Væmingar og vaggandi gjálv.

Bókin Mær er so ymiskt, ørindakrotan er hansara níggjunda yrkingasavn við upprunayrkingum.

Heðin hevur eisini latið av hondum bøkur við týddum yrkingum, millum annað Vøluspá, yrkingar eftir Nelly Sachs, Olav H. Hauge, Steinn Steinarr, Paul Celan og Nils-Aslak Valkeapää.

Hann hevur fingið virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 1985 og í 2016.

Aðrar bøkur Heðin M. Klein

Aðrar bøkur Yrkingar

Tín angist er lýsandi vorðin
198,00
Takrennutónar
148,00
Fjøtrað á flogi
348,00
Leitanin eftir at vera
148,00
Úrvalssavn
198,00
Sól skein sunnan
148,00