Jarðarferðin
Hetta er bókin um eina jarðarferð, sum byrjar í Shanghai, og sum endar í Sumba. Hetta er eisini søgan um eina forvitnisliga dagbók og um felagsskapin International Dwarfs Association og tað, sum kann henda, tá ið leitað verður eftir avvarðandi hjá nøkrum deyðum kinesiskum fiskimonnum. Men fyrst og fremst er Jarðarferðin ein lýsing av vinalagnum millum Symfor Thomsen og Eigil Tvibur.
Tað er, meðan Symfor hongur á bakinum á vinmanninum, at hann teskar, at hetta helst er endin. Eigil svarar, at tað fer at vera betri, tá ið teir koma til Sumbiars.
- Fylgir tú mær heilt til Sumbiars? spyr Symfor.
Eigil svarar:
- Vit hava verið vinir í hálvthundrað ár.
---
NÓN 7/11/2019: Við Jóanesi úr Shangai til Sumbiars
---
Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.