Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Bárður á Lakjuni
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Sámal Toftanes
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-369-3
Útgávudagfesting: 23. februar 2020
Síður: 116
Pappírsbók

Lívsins dansur (pappírsbók)

Bárður á Lakjuni

Lívsins dansur er vovin saman við trimum træðrum, ið eru tekstir, tónar og myndir. Tekstliga verður hugleitt um tað viðbrekna, følna og deyðiliga, um kærleika, ljós og frið, og hvussu dýrabart og vakurt lívið kann vera og er. Harumframt eru tekstir tiknir við, ið meiri beinleiðis bera á trúarbógvin og slíkt, sum hevur við trúgv og trúarlív at gera. 

Leirvíksmálarin Sámal Toftanes hevur gjørt myndirnar, ið prýða savnið. Tær flestu myndirnar eru málaðar til júst hetta høvið. 

Fløga við níggju skeringum er eisini knýtt at útgávuni – sjey sangir og tveir upplestrar. Niclas Johannesen hevur framleitt tónleikaliga partin.

---

Hoyr áhugavert prát við Bárð í Credo 8/3/2020

---

Síggj LIVE konsert 26/03/2020. Reinsaríið skipaði fyri ísmb. við Korona.

Nøgd
Vanligur prísur
GBP29.44
Klubbaprísur
GBP23.55
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundin Bárður á Lakjuni

Bárður á Lakjuni er føddur í 1978. Útbúgvin fólkaskúlalærari á Føroya læraraskúla í 2006. Er búsitandi í Leirvík saman við konuni, Mirjam, og børnunum, Oddvør, Aimi, Sámal og Jógvan.

Bárður hevur fingist nógv við tónleik heilt frá barnsbeini og hevur luttikið bæði sum sangari og sangskrivari á fleiri fløguútgávum. Í arbeiði sínum sum lærari hevur hann m.a. eisini skrivað, týtt og pallsett fleiri størri sangleikir. 

Lívsins dansur er fyrsta útgáva hansara undir egnum navni. 

Aðrar bøkur Bárður á Lakjuni

Aðrar bøkur Yrkingar

Mær er so ymiskt
GBP23.50
Tín angist er lýsandi vorðin
GBP23.50
Takrennutónar
GBP17.57
Fjøtrað á flogi
GBP41.31
-32%
Leitanin eftir at vera
GBP17.57
GBP11.87
Úrvalssavn
GBP23.50