Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Lisbeth Nebelong
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Danmark
Týðari: Elin Henriksen
Kápusnið: Astri Luihn
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-367-9
Útgávudagfesting: 19. mars 2020
Síður: 384
Upprunaheiti: Når engle spiller Mozart (2003)

Tá ið einglar spæla Mozart

Lisbeth Nebelong

Tá ið danski løgfrøðingurin Lisa Bjørn Nielsen í februar 2000 kemur til Havnar at hava framløgu á einari fullveldisráðstevnu, møtir hon fortíð og ungdómskærleika, sum hon helt seg langt síðan hava lagt aftur um seg. 

Sum ung búði Lisa í Føroyum í eitt ár. Nú vendir hon 44 ára gomul aftur, men ferðin roynist øðrvísi, enn hon hevði ímyndað sær. Gjøgnum trý samdøgur hittir hon longsil og skuggar úr fortíðini og noyðist at endurskoða lív sítt.

Tá ið einglar spæla Mozart er ein skaldsøga um leitanina hjá eini kvinnu eftir meining í einum nútímans heimi. Um at velja og velja frá, um kærleika, tónleik og politikk. Hon er eisini ein frásøgn um tað norðurlendska. Um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark fyrr og nú, og um leið føroyinga ávegis til sjálvstýri. 

„Hesin lítli lummin av møguleikum mitt í Atlantshavi. So viðbrekin í roynd síni at vinna frælsi. Fullveldistilgongdin, sum kanska als ikki skuldi fara at eydnast. Og kortini … 

Tann sjálvstøðugi staturin var ikki beint fyri framman, men gjøgnum tilgongdina høvdu Føroyar gjørt eitt risalop í myndanini av síni kollektivu tilvitsku. Og við at siga søguna um seg sjálvar sum virkisfúsar høvdu føroyingar sáað fræ til eina søguskriving í nýggja áratúsundinum, har teir ikki longur høvdu leiklutin sum offur fyri einum yvirveldi.“ 

Nøgd
Prísur
kr. 298,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Lisbeth Nebelong

Lisbeth Nebelong (f. 1955) er útbúgvin journalistur og Master of Public Management.

Sum barn og ung búði hon trý ár í Føroyum, og í 2003 gav hon út fyrstu skaldsøgu sína, Når engle spiller Mozart. Síðani hevur hon skrivað tvær skaldsøgur aftrat, sum fara fram í Føroyum, og tær tríggjar skaldsøgurnar vórðu í 2016 givnar út í einum bindi við heitinum Færø Blues Trilogien

Aðrar bøkur Lisbeth Nebelong

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Saltleiðirnar
348,00
Fryst prógv
348,00
Sigmundur og gullringurin
298,00
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00