Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Jóanes Nielsen
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-383-9
Útgávudagfesting: 19. august 2020
Síður: 96

Rakkaljóð

Jóanes Nielsen
Yrkingar

Yrkingarnar eru prikkurin yvir øllum tí, ið Jóanes hevur skrivað í fjøruti ár, og sum yrkjari hevur hann somu dygdir sum gott whisky, hann bara búnast við aldrinum.
 
Evnisvalið broytist og víðkast, og viðgerðin dýpist.
Hesin vandni yrkjarin skrivar hvassari og eymari enn nakrantíð áður.
Hann melur aftur á stóru tilveruspurningarnar og ger eisini ferð út á tey evstu mørkini.
 
Savnið byrjar við: sanki saman setningar sum sýta at seta punktum – og síðan floyma setningar inn, sum nema við tíðina, stættarmun og borgararættindi, um fánandi gess, rekmáttin í dreymum og heilagum orðum.
 
Og tað er bara á teimum trimum fyrstu síðunum.

 

Hoyr samrøðuna ímillum Inga Rasmussen og Jóanes í Nón.

Prátið byrjar um 25:35 inni í sendingini  -  https://kvf.fo/non?sid=113370 

 

Nøgd
Prísur
USD 35.83
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Jóanes Nielsen

Jóanes Nielsen (føddur í ’53). Ein av mest lisnu føroysku høvundunum, hevur fingið verk týdd til 5 ymisk mál.

Skrivar greinar, yrkingar, leikrit og skaldsøgur.

Aðrar bøkur Jóanes Nielsen

Jarðarferðin
USD 50.28

Aðrar bøkur Yrkingar

Martin Joensen
USD 57.51
Protesur
USD 28.61
Heiti
USD 28.61
Hjúpuljóð
USD 21.39
Tykisljóð
USD 28.61
Oyðilendi
USD 28.61