Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Katrin Ottarsdóttir
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Hugin Eide
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-386-0
Útgávudagfesting: 24. september 2020
Síður: 248

Gentan í verðini

Katrin Ottarsdóttir

Tann innhugsna Gentan í verðini er og ferðast hjá abbanum og ommuni á bygd onkuntíð seinast í trýssunum. Hon er mest saman við teimum vaksnu har í húsinum – abbanum, sum hon ikki ræðist, sjálvt um hann hevur stutt fjús og ofta trampar av øði, ommuni, sum ræðist gjóstur og helst situr inni og leggur kabal, tí ungu og forkelaðu mostrini, sum í heilum er í Havn og vitjar gubba sín, og gummuni, sum hevur verið húshjálp hjá teimum í ein mansaldur. 

Gentan roynir sum best at skilja alt tað, sum tey vaksnu siga og gera, og tað, sum tey ikki siga ella gera.

Hví sova abbin og omman í hvør sínum kamari? 

Hvat er við donsku prestafrúuni, sum hevur asfalt í blóðinum?

Hví man mostirin fáa so nógvar pengar frá gubbanum?

Hví fóru bæði abbin og gumman oman til tað stóra vatnið, tá ið omman var farin í song? 

Og fer gumman veruliga at fara avstað við norðinginum, sum so gjarna vil hava hana norður í myrkrið við sær? 

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 348,00
Klubbaprísur
kr. 278,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundin Katrin Ottarsdóttir

Katrin Ottarsdóttir er rithøvundur og filmsleikstjóri. Hon hevur áður givið út yrkingasøvnini Eru koparrør í himmríki (2012) – sum varð heiðrað við bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens 2013 – og Messa fyri einum filmi (2015) umframt stuttsøgusøvnini Aftanáðrenn (2016) og 43 bagatellir (2018).

Bøkur eftir Katrina eru týddar til danskt, enskt og íslendskt. Gentan í verðini er hennara fyrsta skaldsøga.

 

Aðrar bøkur Katrin Ottarsdóttir

Aftanáðrenn
198,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Móðurmjólk
298,00
Leksikon um ljós og myrkur
298,00
Tá ið einglar spæla Mozart
298,00
Eyguni í Rigel
248,00
1984
298,00
Stormfuglar
198,00