Gentan í verðini
Tann innhugsna Gentan í verðini er og ferðast hjá abbanum og ommuni á bygd onkuntíð seinast í trýssunum. Hon er mest saman við teimum vaksnu har í húsinum – abbanum, sum hon ikki ræðist, sjálvt um hann hevur stutt fjús og ofta trampar av øði, ommuni, sum ræðist gjóstur og helst situr inni og leggur kabal, tí ungu og forkelaðu mostrini, sum í heilum er í Havn og vitjar gubba sín, og gummuni, sum hevur verið húshjálp hjá teimum í ein mansaldur.
Gentan roynir sum best at skilja alt tað, sum tey vaksnu siga og gera, og tað, sum tey ikki siga ella gera.
Hví sova abbin og omman í hvør sínum kamari?
Hvat er við donsku prestafrúuni, sum hevur asfalt í blóðinum?
Hví man mostirin fáa so nógvar pengar frá gubbanum?
Hví fóru bæði abbin og gumman oman til tað stóra vatnið, tá ið omman var farin í song?
Og fer gumman veruliga at fara avstað við norðinginum, sum so gjarna vil hava hana norður í myrkrið við sær?