Ein annar er gull
EIN ANNAR ER GULL er framhald av væl umtóktu skaldsøguni EIN TÁTTUR ER SILVUR.
Fyrra bókin endar við, at sluppin, sum maður var við, varð skotin á Føroya banka. Men – og søguliga satt – koma allir menninir, sum vóru við sluppunum, skotnar vórðu á bankanum henda dagin, aftur í øllum góðum.
Tey bæði og børnini fara undir gerandisdagin aftur, men hann hevur fingið sálarligt mein av tilburðinum. Tilveran, ið var stríggin frammanundan, verður nú uppaftur strævnari.
Sólrún lýsir korini hjá vanligum fiskimannahúskjum í hesum tíðum í gerandisdegnum, og tá ið hóttafall kemur á.
Kríggið endar, og Sólrún leiðir okkum ígjøgnum nakrar lagnur beint sum spanska sjúka og tuberklasjúkan taka seg upp.
Tann eini tátturin er hjúnalag, sum er grundað á tryggleika heldur enn kærleika, og hvussu hesin kærleikin losnar í bondunum, tá ið sannur kærleiki við sonnum erotikki trokar seg á. Ring samvitska um at bróta heilagar reglur. Kanst tú vera heil kvinna, kona og mamma, um tú verður ásttikin í einum manni, meðan tann, tú ert gift við, liggur sjúkur?
---